Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Stórsteypadystir í hondbólti

Sunnudagin verða stórsteypadystirnir í hondbólti spældir millum kvinnu- og mansliðini, ið stóðu seg best í kappingini í fjør, og er talan um samstarv millum Lions Club og Hondbóltssambandið. 

Stórsteypadystirnir verða spældir í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn, og kvinnudysturin, sum er millum greipuvinnararnar úr Neistanum og FM- og steypafinalistarnar úr Kyndil, verður spældur klokkan 17. Og síðani verður mansdystirn millum greipuvinnararnar úr VÍF og steypafinalistarnar úr Neistanum spældur klokkan 19.

Tað er Lions Club, sum í samstarvi við Hondbóltssambandið skipar fyri stórsteypadystunum, og í hesum sambandi fara allar inntøkurnar til vælgerandi endamál, sum hesaferð merkir, at ágóðin fer til Føroya Fólkaháskúla, ið hevur brúk fyri pengum til umvælingar av tekju og øðrum.

Eftir kvinnudystin handar Gunnar Streymoy vinnarunum Lions-bikar og gávu frá Lions Club Tórshavn til Føroya Fólkaháskúla, og eftir mansdystin handar Harley Joensen vinnarunum Lions-bikar og gávu frá Lions Club í Føroyum til Føroya Fólkaháskúla.

Sum vant, verða karmarnir um stórsteypadystirnar av tí allarbesta við tónleiki og øllum tilhoyri, og royndirnar eru, at stórur áhugi er fyri hesum dystum, ið ofta geva ábendingar um, hvussu fremstu liðini frá farna kappingarárini kunnu fara at standa seg í tilstundandi kappingini.