Á myndini eru Viggo Christiansen, Jákup Dam (form. í teknisku nevnd) og Óluvu Vang vegna Tórshavnar kommunu saman við Hjørdis Haraldsdóttir Jensen vegna Heilsufrøðiligu starvsstovuna.
Størsta vatnverkið hjá Tórshavnar kommunu hevur fingið løggilding
Løggildingin er veitt til vatnverkið í Villingadali, ið veitir vatn til áleið 9500 fólk.
Hetta er triðja vatnverkið hjá Tórshavnar kommunu, sum nú hevur løggilding. Hini bæði eru vatnverkið á Velbastað og vatnverkið í Kaldbak, sum eru løggildað.
Hetta inniber, at mannagongdir viðvíkjandi framleiðsluhátti, útbreiðslu og arbeiðshátti eru góðkendar av Heilsufrøðiligu starvsstovuni.
Í hesum sambandi er ein góðskuhandbók fyri vantnverkið og vatnveitingarskipanina gjørd.
Endamálið við handbókini er at tryggja vatnveitingina og at tryggja eina góða drekkivatnsgóðsku.
Í handbókini er lýsing av vatnverkinum og vatnleiðingini. Somuleiðis er skráseting, vatnsýnistøkur, innaneftirlit v.m. skjalfest. Góðskuhandbókin er gjørd í samstarvi millum starvsfólk á Teknisku deild og Byggi- og umhvørvisdeildini hjá Tórshavnar kommunu.
Á myndini eru Viggo Christiansen, Jákup Dam (form. í teknisku nevnd) og Óluvu Vang vegna Tórshavnar kommunu saman við Hjørdis Haraldsdóttir Jensen vegna Heilsufrøðiligu starvsstovuna.