Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Størsta talgilda frambrotið nakrantíð

Dan Klein --- 09.03.2017 - 07:01

Landsstýrið og samgongan hava lagt eitt lógaruppskot um Talgildu Føroyar fyri Løgtingið. 

Talgildu Føroyar er ein verkætlan, sum fer at seta í verk eitt talgilt undirstøðukervi í Føroyum. Talan er um eina kollvelting av, hvussu data kann skrásetast og brúkast í framtíðini, sum fer at gera tað bæði lættari og tryggari hjá stovnum, fyritøkum og øllum føroyingum. ​ 

Borgarin í sentrum 
Ein høvuðsavbjóðing seinastu árini hevur verið, at eingin yvirskipað samskipan hevur verið á økinum, tí fyritøkur og stovnar hava hvør í sínum lagi ment ymiskar talgildar skipanir. Við Talgildu Føroyar verkætlanini verða ymisku træðrirnir savnaðir saman. Hetta merkir effektivari og smidligari mannagongdir, sum kunnu lætta um hjá øllum pørtum. Í dag hevur tú eina innritan til borgaragluggan, eina aðra til netbankan, eina triðju til SEV og kanska eina fjórðu til okkurt heilt annað. Men Talgildu Føroyar geva tær eitt talgilt samleikaprógv.

 Gjørligt er at gera eitt borgarakort, sum seinni kann til dømis virka sum eitt talgilt koyrikort. Ein borgaraportalur verður eisini stovnaður. Við hesum fært tú tín egna glugga, har tú kanst síggja og dagføra upplýsningar um teg, og har tú kanst fáa atgongd til og avgreiða tíni viðurskifti, eitt nú við Taks, tína kommunu, Almannaverkið, SEV, Netbankan o.s.fr. – alt á einum staði. Stovnar og fyritøkur í Føroyum fáa eisini fleiri fyrimunir við Talgildu Føroyum. Talgildi samleikin, Heldin, borgaraportalur umframt skipaðar grundardátur, fara øll á hvør sín hátt at geva nýggjar møguleikar fyri betri tænastum. 

Tú fært størri ræði yvir egnum upplýsingum 
Við Talgildu Føroyum fært tú eitt betur yvirlit yvir hvørjir dátugrunnar eru í Føroyum og hvat er skrásett um teg. Tað skal bera til hjá tær altíð at hava eftirlit við, hvørjar upplýsingar eru skrásettar um teg og hvør hyggur eftir hesum upplýsingunum. Samlaði kostnaðurin fyri tær fýra verkætlanirnar, ið samanlagt eru Talgildu Føroyar – Talgildi samleikin, Borgaraportalurin, Heldin og Grunddátur – er mettur at vera 150 mió. kr. 

“Talgildu Føroyar er størsta frambrotið nakrantíð innan talgilding í Føroyum. Hetta átak fer at gera dagligdagin lættari hjá fólki og vinnu, fer at styrkja okkara kappingarføri, skapa nýggj størv og fer at lata upp fyri nýggjum og betri tænastum til føroyingar. Sum heild er hetta eitt týðandi fet fyri at gera okkara samfelag enn meira sjálvbjargið, tíðarhóskandi og stuðlar hartil undir málinum at skapa varandi fólkavøkstur”, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum. 

Les uppskotið her: http://www.logting.fo/files/casestate/16891/103.16%20U.t.ll.%20um%20talgildu%20Foroyar.pdf