Stórsigur móti Malta: 41 – 5
Verjan var sera góð móti Malta
Eftir JÓN KRAGESTEEN tann 24/03/2012
Dystarfrágreiðing: Johan Danielsen og Sunneva Jacobsen Okkara gentur vóru sera klárar og upsettar frá fyrsta bríksli. Verjan var sera góð, serliga miðverjan var sterk og tað var ikki ofta, at maltesiska bakketan kom til skot.
Tann góða verjan gjørdi, at okkara skjótálop riggaðu sera væl og fingu vit heilt nógv mál á hendan hátt. Álopsspælið var eisini gott og nógvar kombinatiónir vóru royndar og riggaðu hesar væl. Tað mest positiva í dystinum í dag var, at vit koyrdu á allan dystin og sjálvt um maltesar bert skoraðu 1 mál allan seinna hálvleik, so fall ágrýtni í verjuni ikki.
Málskjúttar: Agnas Olsen(9), Turið Arge Samuelsen (6), Liljan Djurhus (6), Bára Hansen (4), Marjun Danberg (4), Linda Davidsen (3), Birita Mórtansdóttir (3), Helga Kjærbo (2), Tóra Seloy(1), Bjarta Osberg Johansen(1), Judith Hansen (1) og Eir Martinsdóttir Berg (1).
Eftir dystin í dag var besti leikari hjá báðum liðunum útnevndur og varð tað Bára Hansen, sum fekk henda heiður á tí føroyska liðnum.
Næsti dystur er móti Ísrael, sum eisini hevur vunnið sínar dystir. Dysturin verður spældur leygardagin kl.14.00.