Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Størri svik finst ikki

Ein ´heilag´ allianca er knýtt millum tað politiska og religiøsa høgra. Mammon og makt eru bindiliðini, og ognartøka av fólksins ognum er málið.

At høgraharkalið fremja ágang móti vanliga fólkinum bæði herheima og kring knøttin er fyri so vítt onki nýtt í. Tað er væl dokumenterað.

At mong av teimum politisk høgraradikalu eisini eru høgrareligiøs er fyri so vítt heldur einki nýtt í, men er gott at gera sær og sínum sólaklárt við jøvnum millumbilum, tí mong geva sær ikki fær um, at tað at vera høgrareligiøsur einki hevur við tað at vera kristin. Munurin er bæði til at hoyra, síggja og føla upp á. Tí meðan tey høgrareligiøsu hava Kristrus í skjøldrini, so hava tey fanan sum ráðgeva og legitimera fanansskapin við, at fasthalda at góðir gerningar eru uttan virði, meðan ein Kristin altíð góðtekur hægsta boð, sjálvt um hann ikki kann liva upp til tað.

Sostatt kunnu tey høgrareligiøsu saman við teimum høgraradikalu (sum ofta eru tey somu) treða gullkálvadansin í peninga- og maktgirnd (óansæð um málið er flatskattafólkadansurin í pensiónskassunum ella ognartøkugulldansurin um makrelin - Guðs gávu til Føroya fólk).

At trúgv og góðir gerningar í kristnum høpi hoyra óreingiliga saman kann aldrin reingjast. Alt annað er tokutala, skálkaskjól og undanførslur fyri at kunna liva eitt egocentrerað lív uttan fyrilit fyri øðrum. Næstin má klára sítt egna lort. Hann hevur sjálvur verið úti um tað. Við Jesusi í skjøldrinum kann svikið gerast meira raffinerað og gevandi fyri svikaran.

Størri svik finst ikki.

Dagfinnur Danbjørg