Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Størri skúlaeindir

Vit síggja og hoyra í hesum døgum um næmingar sum fara í skúla, men hvat er tað fyri ein skúli, sum tekur ímóti teimum?

Í Vestmanna, siga tey, at tað eru bara tveir næmingar sum fara í 10. flokk, meðan Tofta skúli hevur størsta árgang nakrantíð í fyrsta flokki.

Vit hava somikið smáar skúlaeindir, at sjálvt stórar bygdir kunnu fáa annaðhvørt ov stórar ella ov smáar flokkar. Eitt lítið sveiggj í burðartíttleikanum ella til- og fráflytingini, er nóg mikið til at kabalin ikki gongur upp.

Hetta er tað sum hendir í stórum bygdum. Somikið størri er trupulleikin í smærri bygdum.

Størri eindir

Sitandi samgonga hevur sæð tað neyðuga í at skipa fólkaskúlan í størri eindir. Í samgonguskjalinum stendur: ”Miðað verður eftir størri skúlaeindum við atliti at menning av fakliga og námsfrøðiliga umhvørvinum. Hædd verður tó tikin fyri, at smáir skúlar á útoyggj halda fram.”

Sum tað sæst á hesum tekstinum, so er endamálið ikki sparing, men menning av fakliga og námsfrøðiliga umhvørvinum. Sparingin er ein hjávinningur.

Ein skræddaraseymaður skúli

Allir næmingar eru ikki eins, og tí eru valfakini í framhaldsdeildini ein góð hjálp at ”skræddaraseima” skúlan til tann einstaka næmingin. Við teimum ber til at bjóða næmingunum fak, ið teimum dámar. Men so vísir tað seg, at ov fáir næmingar eru til tey einstøku fakini, tí skúlaeindirnar eru ov smáar. Og so vera hesir stakkals næmingarnir settir at terpa tað, ið teir hvørki duga ella tíma, og úrslitið verður har eftir.

Eg skilji ikki, hví skúlar verða bygdir fyri nógvar milliónir krónur í grannabygdum, og onkuntíð eisini innanfyri sama kommunumark, heldur enn at leggja skúlarnar saman í størri eindir. Serliga framhaldsdeildirnar hava brúk fyri at vera í stórum eindum. Tað er eftir mínum tykki tað besta fyri næmingin og tað besta fyri skúlan.

Tað at nakrar milliónir við hesum kunnu sparast bæði í rakstri og íløgum, ger tað ikki verri.

Helgi Abrahamsen

løgtingsmaður