Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Størri sjálvræði í altjóða politikki

Føroyar eru eitt opið samfelag, sum hevur nógv samskifti og samstarv við onnur lond og altjóða felagsskapir, eitt nú á fiskivinnuøkiunum og serliga nú í sambandi við Arktis. Tað er tí ógvuliga umráðandi, at okkara áhugamál verða røkt best møguligt, við tí endamáli at framtíðartryggja okkara samfelag og tess borgarar. Hetta kann gerast best við, at vit sjálvi taka stig til og leiða og stýra altjóða samráðingum - og síðan sjálvi taka avgerðirnar

 

Tørvur á menning av Ríkisfelagsskapinum

Vit kunnu staðfesta, at vit liva í einari dynamiskari verð, har broytingar henda alla tíðina. Harafturat eru avbjóðingar, sum vit mugu fyrihalda okkum til og gera nakað við.

 

Ongin kemur uttan ífrá av sínum eintingum at leggja upp til betringar ella broytingar í Ríkisfelagsskapinum - hetta skal koma frá okkum sjálvum og skal gerast tí, at vit síggja tað neyðugt fyri at yvirliva gott í landinum.

 

Tað er alt, sum bendir á, at tørvur er á einari modernisering av Ríkisfelagsskapinum, har roynt verður at gera upp, hvat virkar og ikki - og royna at geva felagsskapinum eitt innihald, sum er nútíðarsvarandi og kann taka ímóti framtíðar avbjóðingum.

 

Tað vísir seg eisini, at fleiri danskir politikarar taka undir við einari modernisering av Ríkisfelagsskapinum, sjálvt formaðurin í Vinstra, sum er samstarvsflokkur hjá Sambandsflokkinum. Skulu vit so í Føroyum siga, nei ella venda ryggin til?

 

Hvat vil Sambandsflokkurin á Fólkatingi?

Fyri føroyingar er ein partur av menningini at hava ein sjálvstøðugan uttanríkis- og samhandilspolitikk og fáa sjálvstøðugan limaskap í altjóða felags­skapum.

 

Uttanríkis- og samhandilspolitiskt sjálvræði og sjálvstøðugur limaskapur í altjóða felagsskapum, vildi givið okkum størri frælsi til eina og hvørja tíð at viðgera týðandi mál fyri Føroyar, tryggja, at okkara áhugamál verða røkt til fulnar og at tær samráðingar og semjur, sum gerast skulu, verða gjørdar av okkum sjálvum, og í síðsta enda, at avgerðirnar verða tiknar av okkum sjálvum - vit skulu taka størri ábyrgd.

 

Lat okkum menna við skili, málrættað og stig fyri stig.

 

Hetta er upplagt nakað, sum eg sum eitt nýtt umboð frá Sambandsflokkinum á Fólkatingi, vildi arbeitt við og avgreitt.

 

Kaj Leo Holm Johannesen

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin