Størri opinleika í Tryggingarfelagið Føroyar?
Brúkar tú Tryggingarfelagið Føroyar? Ert tú nøgd/ur við felagið?
Nú hevur tú møguleika at gera tína ávirkan galdandi við at velja limir í umboðsráðið.
Um tú svarar hesum maili við at skrivar navn, bústað og føðingardag sum viðmerking, kann eg útvega tær atkvøðuseðil, sum verður sendur tær beinleiðis frá Tryggingarfelagnum ella tú kanst ringja meg upp á
tlf. 217942
ella senda mail til
Tú kanst eisini seta teg beinleiðis í samband við Tryggingarfelagið.
Eg skrivi hetta fyri at kunna um manglandi opinleika og avgerðarættin, allir tryggingartakarar í Tryggingarfelagnum og harvið eigarar, hava í smb. við umboðsráðsvalið í Tryggingarfelagnum ella Ognarfelag Tryggingartakaranna, sum tað veruliga eitur.
Haldi sjálvur, at tað m.a. er harmuligt, at øll við tryggingum í felagnum hava rætt til at atkvøða, men einans tey útvaldu, ið verða kunnaði um hetta, hava ein reellan møguleika at fáa atkvøðuseðil. Tað skuldi verðið soleiðis, at atkvøðuseðil sjálvirkandi bleiv sendur út til øll, soleiðis at vit vóru betur kunnaði um felagið, hvørs eginogn er uml. 1,7 mia kr. og sum vit eru medeigarar í.
Umboðsráðsvalið er longu útskrivað. Fram til 17. febr. kanst tú biðja um atkvøðuseðil við at ringja á tlf. 345600 ella maila á trygging.fo ella umbodsradsval@tygging.fo og uppgeva navn, bústað og føðingardag.
Tá ið tú hevur fingið atkvøðuseðilin, kanst tú atkvøða, men atkvøðuseðilin skal vera inni aftur í seinasta lagi 23. febr.
Havi sjálvur í mong ár verið ein av kritikarunum av tí skipan, ið ræður í Tryggingarfelagnum. Men ásannandi, at tað ikki ber til bara at kritisera, havi eg avgjørt at royna at verða valdur í umboðsráðið, har avgerðirnar verða tiknar.
Havi eisini latið uppskot inn til komandi aðalfund um viðtøkubroytingar at avtaka forðingarnar fyri at luttaka á aðalfundi og at allir tryggingartakarar fáa tilsendan atkvøðuseðil til umboðsráðsval.
Er tú sum tryggingartakari samd/ur við mær, fari eg at heita á teg um at nýta tín rætt at velja til umboðsráðið.
Eg kann eisini útvega tær atkvøðuseðil um tú gevur mær navn, bústað og føðingardag tín. Tryggingin sendir síðan atkvøðuseðilin beinleiðis til bústað tín.
Eg havi telefon 217942 og mail-adr. sjotekjp@olivant.fo
Vinarliga.
Jóhan Petersen.