Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Stórfingin vitjan av Akureyri

Dan Klein --- 03.02.2018 - 10:25

Stórt tal av umboðum fyri Akureyrar býráð, vinnulív og mentan, vitjaðu í Havnini í gjár. M.a. vóru tey til framløgu um nýggja Musikkskúlan, Skúlan á Fløtum, tey vitjaðu Tórshavnar havn, Listasavn Føroya og Fróðskaparsetur Føroya.

Mentamáladeildin kunnaði tey vitjandi um tað, sum hendir á mentanarpallinum í Tórshavnar kommunu í løtuni, og umboð fyri VisitTórshavn, Hugskotið og VisitAkureyri høvdu fund saman á Ráðhúsinum.

Eisini var fundur millum borgarstjórarnar og varaborgarstjórarnar í býunum báðum. Annika Olsen, borgarstjóri, segði eftir fundin, at serligur dentur varð lagdur á at styrkja sambondini og samstarvið millum býirnar báðar, sum nærum eru javnstórir og hava nógvar av somu avbjóðingum.

Í gjárkvøldið var Gunvør Balle, varaborgarstjóri, vertur til ein døgverða fyri gestunum í Móttøkuhúsinum.