Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Stórbroyting í føroyskum politikki

Nú hava flokkarnir lagt fram valskráir sínar til løgtingsvalið 1. september 2015.Tær flestu eru sum tær plaga, men eitt nýtt er tó at síggja. 

Í valskránni hjá Nýggja Sjálvstýrinum stendur, at flokkurin virkar fyri, at vit fáa tað sjálvstýri, sum vit hava rætt til.

Tað er tí Nýtt Sjálvstýri hevur sett sær fyri at virka fyri hesum endamáli, at eg havi játtað at standa á listanum til løgtingsvalið. Flokkurin hevur givið teimum kanningum ans, sum eg havi gjørt av rættarstøðu okkara. Við frøi hevur flokkurin lagt til merkis, at niðurstøða mín er, at vit løgfrøðiliga hava rætt til óskert sjálvstýri. Vit búgva í einum ríki, sum er javnbjóðis við Danmarkar ríki, og vit hava sama rætt til lóggávuvald, gerðarvald og dømandi vald sum danir hava. Somuleiðis hava vit sama rætt til at avgera um okkara ríki og Danmarkar ríki skulu fara í kríggj.

Tað var henda rætt, sum Fólkaítakið fyri tjóðfundi vendi sær til donsku stjórnina og Sameindu Tjóðir at fáa okkum. Vit fingu tvørt nei frá Danmark, einum limi í felagsskapin hjá Sameindu Tjóðunum. Men danska stjórnin megnaði ikki at reka aftur tær grundgevingarnar, sum vit høvdu ført fram um at vit høvdu rætt til sjálvstýri. Størri viðurkenning kundi áheitan okkara ikki fáa.

Tað einasta, sum vantaði, var at politisku flokkarnir í Føroyum tóku undir við Fólkaítakinum. Síðani havi eg eftir førimuni roynt at greitt enn meira frá hvussu góðan rætt vit hava, og nú tekur tann fyrsti flokkurin, Nýtt Sjálvstýri, undir við okkum, og fer at virka fyri okkara rætti. Hetta er ein stórhending, og tað hevði verið beinleiðis ófólkaligt av mær at borið meg undan at stuðla einum so skilagóðum flokki. Tí havi eg játtað at stilla upp.

At henda valskrá fer at gera mun er ivaleyst. Hvørjir flokkar fara kanska at bjóða veljarunum at teir ikki vilja virka fyri at vit skulu fáa tað sjálvstýri vit hava rætt til?

Zakarias Wang