Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Stórar uppgávur geva tryggleika

Fyritøkur innan handverk og tænastur til byggivinnuna lata sum heild væl at virkseminum í løtuni. Tað er týdningarmikið at hava útlit til stórar uppgávur, halda fleiri.

Byggifyritøkan Norcon, sum hevur heimstað í Vági, hevur fleiri stór arbeiði í gongd í løtuni, og korona hevur ikki ávirkað nøgdina á uppgávum, sigur Hjalmar Magnussen, sum er annar av stjórunum í Norcon. 

Norcon hevur 50-60 fólk í starvi, og fyritøkan bjóðar heildarveiting í byggiuppgávum. Tað vil siga, at tey taka sær av m.a. betong-, timbur-, el- og HVS-arbeiði. 

Norcon byggir í løtuni skúlaheimið til Ítróttarháskúlan í Suðuroy, ger betongarbeiði í Eysturoyartunlinum, umframt hús og bygningar fyri privatfólk og vinnulívið. 

Útlendingar og korona

Umleið helvtin av starvsfólkunum hjá Norcon eru útlendingar, og her hevur korona elvt til ávíst høvuðbrýggj. 

Tá korona byrjaði, kundu fleiri av útlendsku starvsfólkunum hjá felagnum ikki koma hendanvegin, og nøkur av teimum, sum vóru í Føroyum, valdu at fara til heimlandið. Útlendsku starvsfólkini, sum vóru eftir, eru ikki sloppin av landinum at vitja familju fyrr enn nú. 

Umframt hesar avbjóðingar hava eisini verið onkrar seinkingar í flutninginum av byggitilfari undir korona. 

- Okkurt arbeiði hevur verið smávegis seinkað av hesum, men øll hava víst stórt forstáilsi, sigur Hjalmar Magnussen. 

Færri útboð

Hjá Norcon gongur væl í løtuni, og Hjalmar Magnussen metir, at tey hava nóg mikið av arbeiði í rættiliga langa tíð. 

- Mann merkir, at tað eru færri útboð av uppgávum, men onkur útboð eru kortini. Og tað er eisini vanligt, at tað gongur upp og niður í byggivinnuni, sigur Hjalmar Magnussen. 

Hann metir, at summar av smærru fyritøkunum kanska hava tað eitt sindur tungt í løtuni. 

Verkætlanir avlýstar

Ein av smáu fyritøkunum, sum hevur merkt avleiðingarnar av, at verkætlanir eru avlýstar orsakað av korona, er Sp/f J. Joensen í Sørvági. 

Jaspur Joensen, stjóri í fyritøkuni, sigur, at tey høvdu ætlað at sloppið í gongd við tvær stórar byggiverkætlanir í summar. Í aðrari høvdu tey sent tilboð inn, og í hinari vóru tey biðin um at gera arbeiðið. Men korona gjørdi, at báðar byggiætlanirnar eru sleptar fyribils. 

Hetta gjørdist sera óheppið hjá Sp/f J. Joensen, tí tey høvdu lagt sær til rættis soleiðis, at tey ikki høvdu ov nógvar av øðrum uppgávum, fyri at hava nóg mikið av fólki til tær stóru byggiætlanirnar. Í felagnum plaga at vera 3-5 mans í arbeiði. 

- Eg valdi ikki at taka annað á meg, tí hetta vóru arbeiði, sum fóru at taka í minsta lagi alt árið. Nú steðgaði virksemið fullkomuliga, sigur Jaspur Joensen. 

Mest fyrifallandi

Seinastu hálva-aðru vikuna hava tað tí verið mest fyrifallandi uppgávur – at skifta okkurt tak, gera kvist á húsum o.a. Uppgávurnar hava verið ov fáar, og stjórin viðgongur, at sjálvur hevur hann ikki rindað sær løn, síðan korona byrjaði. Hann hevur heldur ikki kunna bjóðað handverkarunum fulla tíð hetta tíðarskeiðið. 

Men glottar eru tó fyri framman. Fyritøkan hevur fingið eina hampiliga stóra uppgávu at umvæla ein virkisbygning. Arbeiðið byrjar 20. august og varar væntandi rættiliga langt fram móti ársenda í ár. 

Tað kann kanska koma upp á tal at brúka tann partin av hjálparpakkanum hjá landinum, sum fevnir um stuðul til fastar útreiðslur. Jaspur Joensen sigur, at hann enn ikki hevur hugt ordiliga upp á hjálparpakkan. Enn hevur hann ikki søkt og hevur ikki tikið støðu til, um hann fer at søkja. 

- Og so er mann kanska eitt sindur treiskur og vil hava, at tað skal ganga, sigur hann. 

Málarar nógv at gera

Innan málingayrkið er ferð á. Bárður Justinussen, sum eigur fyritøkuna Málarameistari Justinussen, hevur havt úr at gera, og korona hevur als onga ávirkan havt á hansara virksemi. 

- Vit mangla ikki arbeiði. Tvørturímóti. Og tá eg práti við hinar meistararnar, er støðan tann sama. Teir hava eisini nógv at gera, sigur Bárður Justinussen. 

Hann vísir á, at nógvar stórar verkætlanir vóru í gongd, áðrenn korona byrjaði, og hesar verkætlanirnar eru hildnar fram og skulu gerast lidnar. Tí er rættiliga nógv at gera sum heild í málaravinnuni beint nú. 

Fyritøkan hjá honum er fýra ára gomul, og tey hava havt millum 1 og 4 fólk í starvi hesa tíðina. Flestu uppgávurnar eru hjá privatfólki, t.d. at mála hús uttan og innan ella bara ein part av húsunum. 

- Tíðirnar hava verið góðar higartil, og nógv fólk – serliga tilkomin fólk – mangla ikki pengar. Nógv av teimum, sum bíleggja málarar, hava goldið húsalánini langt niður og vilja fegin brúka pengar upp á ein málara at fáa húsini ordiliga gjørd í stand, sigur Bárður Justinussen. 

Tað kann hugsast, at korona fer at ávirka upp á longri sikt í byggivinnuni, heldur Bárður Justinussen. At stórar verkætlanir, sum skuldu farið í gongd, kanska verða útsettar. So tað kann verða, at hetta kemur at merkjast um eitt hálvt ár ella eitt ár, sigur hann. 

Stórar verkætlanir

Hjá Sp/f Victor á Lakjuni í Klaksvík starvast 15 fólk. Tey gera rør- og blikkarbeiði innan hita, vatn, sanitet og ventilatión og hava ein verkstað til vanligt smiðjuarbeiði. Eisini hava tey ein handil við m.a. baðirúmsmøblum. 

Fyritøkan hevur havt nóg mikið at gera, hóast korona setti samfelagið niður í ferð. Tey hava verið partur av fleiri stórum verkætlanum, m.a. skúlabygging í Fuglafirði, og har hevur arbeiðið gingið sína vanligu gongd. So arbeiðið er ikki minkað í sambandi við korona, sigur Heðin á Lakjuni, stjóri í Sp/f Victor á Lakjuni. 

Flestu uppgávurnar hjá felagnum eru hjá kommunum og landinum, men tey hava eisini uppgávur fyri privatar fyritøkur, reiðarí og privatfók. 

Heðin á Lakjuni væntar, at tey fara at hava nóg mikið at gera árið út og í øllum førum nakað inn í næsta ár. Fyritøkan skal m.a. vera partur av arbeiðinum at gera mentanarhúsið í Klaksvík, sum byrjar tíðliga næsta ár. 

Í Sp/f Victor á Lakjuni hevur arbeiði verið til allar hendur, og vit hava ikki havt brúk fyri hjálparpakkunum hjá landinum, sigur Heðin á Lakjuni. 

RVtøkni letur væl at

Hjá RVtøkni í Klaksvík eru tey eisini nøgd við gongdina. Tey hava nógv at gera og hava eisini fleiri uppgávur fyri framman. Tað sær gott út í øllum førum eitt ár fram, sigur stjórin, Rói Vang. 

RVtøkni ger stýrisskipanir til vinnuna, serliga alivinnuna. Til dømis stýrisskipanir til hita, fóðurstýringar til smolt, alarmskipanir og stýrisskipanir til reinsing av vatnverkum. Eisini gera tey el-installatiónir til vinnuna. 20 fólk starvast hjá RVtøkni. 

Virksemið hjá RVtøkni er í sera stóran mun knýtt at føroysku alifyritøkunum, tí hesar eru nógv tann størsti parturin av kundunum hjá felagnum. Eisini gera tey skipanir fyri bryggjarí og skip. Tey hava nakrar fáar kommunalar ella almennar uppgávur, men sera lítið. 

Tað er ein fyrimunur at hava stórar uppgávur, tí hetta gevur ein ávísan tryggleika frameftir, sigur Rói Vang.

Hann ásannar, at verður hóttafall í alivinnuni, so fær tað avleiðingar fyri RVtøkni.

- Fellur laksaprísurin ella útflutningurin av laksi minkar, so verða vit sjálvandi ávirkað av hesum, sigur Rói Vang.