Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Stórar kanningar úr USA vísa, at skattalættar til tey ríkasta skapa ikki vøkstur

Fíggjarliga tankagongdin seinastu 30 árini hevur verið dominerað av liberalistiskum talsmonnum, sum síðani Reagan og Thatcher hava sligið fast, at almenni sektorurin fyllir ov nógv, at skatturin er ov høgur og arbeiðaralønirnar tað sama.

Hjá okkum er tað fyrst og fremst fólkaflokkurin, sum annars hevur fingið fylgi frá sambandsflokkinum, mið- og sjálvstýrisfl., ið dyrka teoriurnar um, at skattalætti til tey ríkastu skapar vøkstur og kemur øllum samfelagnum til gagns við fleiri arbeiðsplássum sum fylgi.

Teir borgarligu - við Óla og fólkaflokkinum á odda - hava í áratíggju hugt móti USA, har mann tey seinastu 30 árini hevur praktiserað tað, ið verður kallað 'trickle-down': hugskotið um, at tá mann gevur teimum, ið frammanundan hava - teimum ríkastu, so flýtur vælstandurin niður ígjøgnum samfelagsins rivur og kemur at enda at gagna tí hartarbeiðandi lønarbeiðaranum.

Sakin er tó tann, at hetta passar als ikki. Tvørturímóti skapar hetta ójavna til stóran skaða fyri samfelagsútviklingin.

Í USA, har mann hevur praktiserað 'trickle-down', eru úrslitini ræðandi. Her eru dømi upp á, hvussu tey síðstu 30-ára liberalistiski eksperimentini hava skaðað USA:

Síðani 1979 er arbeiðaranna produktivitetur í USA øktur við 69%. Men meðalinntøkan fyri arbeiðaranir i sama tíðarskeiði einans er øktur við 6,5% Í 1979 v ar meðallønin fyri ein administrerandi stjóra 30 ferðir eina arbeiðaraløn. Í dag er lønin 200 ferðir størri.

Ímillum 2000 og 2007, meðan forsetin Bushs 'triskle-down' politikkur veruliga buldraði, upplivdi USA tann veikasta jobskaparnarcyklus nakrantíð. Vøo.: skattalætti til tey ríkastu skapar ikki arbeiðspláss.

Um miðalinntøkan síðan 1979 var vaksin við somu ferð sum tann gjøgnumsnitliga lønin vaks, so vildi inntøkan pr. amr. arbeiðarahúski verið 100.000 kr. størri. Hetta er ikki hent, tí størstiparturin av økta vælstandinum er latin teimum frammanundan vælbjargaðu.

Í dag forvinnur tann niðasti tíggjundaparturin av USA íbúgvunum minni enn í 1979! Tølini eru justerað fyri innflatión. Tað vil siga, at eftir 30 ár við øktum vøkstri er onki yvirhøvur dryppað niður til tær lægstu inntøkurnar.

Okkara framtíðarútlit við Jørgeni og Kaj Leo við dirli ella darli og við fastari 'trickle-down' kós førir til undirgang fyri fjøldina, tað er so sikkurt sum amen í kirkjuni. Bjargingin er, at fáa teir frá valdinum skjótast til ber - ongantíð ov skjótt.

Dagfinnur Danbjørg.