Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Stór undirtøka til “Plantið eitt træ”

Tað var nógv fólk samankomið á Vaglinum í morgun til átakið “Plantið eitt træ”, sum er partur av Umhvørvisvikuni 2013. Bíðirøðin var long eftir at fáa plantupakkar.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, beyð fólki vælkomnum og segði nøkur orð í sambandi við átakið.

- Eitt av teimum spennandi og stuttligu átøkunum fram ímóti einari uppaftur reinari kommunu, eru umhvørvisdagarnir, sum nú enn eina ferð verða endurtiknir. Ein partur av umhvørvisdøgunum eru árligu ruddingardagarnir, eitt annað er átakið “Planta eitt træ”, sum eisini er vorðin fastur partur av umhvørvisvikuni.

- Akkurát hetta tiltakið dregur fleiri hundrað fólk til, og tað er hjá mongum vorðin ein afturvendandi siður hjá familjum at fara í býin eftir sínum egna plantupakka, og so saman at seta niður!

- Og í ár siga vit “Tak upp og set niður” – rudda og tak upp eftir tær, men minst til at planta, at seta niður og ver harvið við til at varðveita lívfrøðiliga margfeldið!

- Seinastu árini hava vit tosað nógv um lívfrøðiligt margfeldi. Tað eru í ár 10 ár síðan, at vit føroyingar tóku undir við altjóða sáttmálanum um lívfrøðiligt margfeldi, hvørs endamál er at steðga afturgongdini í lívfrøðiliga margfeldinum á jørðini.

- Fyri at okkara børn og aftur teirra børn skulu fáa eins stóra gleði av náttúruni sum vit, so hava vit roynt at skipa so fyri, at farið verður væl um náttúruna - og vit royna at tryggja, at øll djóra- og plantusløg verða vard á hóskiligan hátt.

- Sum kommuna hava vit langtsíðan staðfest, hvønn týdning lívfrøðiliga margfeldið hevur fyri kommununa. Upprunaliga yvirlýsingin, sum alheims borgarstjórar gjørdu, ásannar tørvin á at verja plantur, djór og grøn øki í býnum, ikki bara fyri at bøta um lívfrøðiliga margfeldið, men eisini fyri at bøta um trivnaðin hjá borgarunum.

- Vit hava gjørt eitt stórt arbeiði við viðarlundum í Havn, betrað um vatnøkini, plantu-, fugla- og skorðdýralív. Vit hava hjúklað um strandarøkini, vøkstur, fiska- og djóralív og vistfrøðisskipanir í hesum sambandi, og lyngøkini, sum hava stóran týdning fyri fuglalívið, skordýr og blómuplantur.

- Kommunan gjørdi í hesum sambandi eitt kort, sum kallast "Náttúran í Havn", har yvirlit er yvir atkomiliga fjøru, lyngøki og viðarlundir. Vakrir og sera upplýsandi faldarar fáast eisini um strandarøki, viðarlundir og lyngøki, við hópin av upplýsingum og myndum um alskyns fyribrigdi í náttúruni.

- Í sambandi við umhvørvisvikuna er eisini skipað fyri fleiri gonguferðum í okkara vøkru náttúru. Gonguferðin til Kirkjubø fekk stóra undirtøku, og í morgin verður aftur ein túrur fyri vestan.

- Og kunnu vit so eisini hjálpa til at minka um skaðiliga útlátið? Jú, vit kunnnu, sum onkur hevur tikið til, læra at hugsa globalt, men handla lokalt. Vit kunnu til dømis hugsa um at planta okkurt, hvørja ferð vit brúka træ og pappír, tí vit eru partur ein eini vistskipan, sum í løtuni hevur tað strævið við at endurskapa seg. Tí eiga vit at rætta náttúruni eina hond.

- Vit kunnu læra nógv av hesum økinum, vit nú eru í. Miðbýurin er ein vøkur perla við sínum trøum og urtagørðum. Vit eru øll góð við miðbýin og kenna ábyrgd fyri umhvørvinum her, og royna eftir besta førimuni at hjúkla um arv okkara.

- Og tað lærir okkum, at vit ikki bert skulu hjúkla um okkara arv og ikki órógva umhvørvið óneyðugt – men tað merkir eisini, at vit eiga at virka fyri, at nýggju partarnir av býnum gerast eins hugnaligir at búgva og virka í. Og spakuliga síggja vit, at vit ikki bara eiga eina viðarlund, men at tær eisini spretta fram kring býin.

- Sum ein part av hesum arbeiði útlutar Tórshavnar kommuna ókeypis plantupakkar her á Vaglinum í dag. Talan er um fýra ymsar pakkar, tveir við harðbalnum trøum og runnum og tveir við meira viðkvomum trøum og runnum.

- Harðbalnar plantur eru t.d. veturgrøn fura og veturgrønir runnar, meðan viðkvæmar plantur kunnu vera aðalgrann og eldrunnur. At enda vil eg takka fyri, at tit øll vilja luttaka. Takk til ítróttarfeløgini fyri at skapa hugna í miðbýnum og takk fyri hugnaligan harmonikutónleik, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda.