Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Stór tilmelding til Fólkafundin 2012

Í hesum døgum eru fyrireikingarnar til Fólkafundin 2012 rættiliga farnar í gongd. Høvuðsskráin er um at vera klár og í løtuni eru tað fleiri feløg, sum eru í ferð við at melda seg til.

Higartil hava umleið 20 feløg boða frá luttøku. Tilmeldingarnar eru t.d. frá landafrøðiligum økjum, fakfeløgum, hjálparfelagsskapum og fyritøkum. Harafturat er stórur áhugi innan politiska økið. Har eru tilmeldingar bæði frá politiskum flokkum, politiskum ungmannafeløgum, einstøkum politikarum og lokalum valfeløgum.

Afturat høvuðsskránni hjá fyriskiparum, so fara feløgini eisini at hava síni egnu tiltøk hesar tveir dagarnar 21. og 22. September í Hoyvíkshøllini og í Hoyvíkar skúla. Tað er ókeypis hjá øllum at koma framvið á Fólkafundinum 2012, men feløg, flokkur og samtøk mugu gjalda eitt avgreiðslugjald við tilmelding. Tað eru Ólavur í Geil Guttesen og Jóhannes Miðskarð sum í samstarvi við Tórshavnar kommunu standa fyri Fólkafundinum 2012.