Stór og fjølbrott páskasýning
Fyrsta og annan páskadag legði Skúlin við Løkin í Runavík karmar til stóru listaframsýningina, sum KFUM-skótarnir við Løkin skipaðu fyri. Listaframsýniningin opnaði fyrsta páskadag tá Høgni Hoydal bar fram røðu og aftaná var sangur og tónleikur frá Jónu Olsen, Maritu Joensen, Jákup Olsen og Hjalta Joensen.
Talan var um eina stóra og fjølbroytta listaframsýning har 45 listafólk tóku lut og sýndu heili 200 málningar. Tiltakið var eitt gott høvið til bæði at síggja málningar frá nøkrum av Føroya bestu listafólkum, og nýggjum gávuríkum, sum vit óivað fara at síggja meira til í framtíðini.
Eini 455 vitjandi komu frá øllum Føroyum. Atgongumerkið var eisini ein lutaseðil, har vinningurin var ein málningur frá Hilmar Højgaard. Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu trekti lut og vinnandi atgongumerki var nummar 72.