Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Stór luttøka til Heystfundin hjá Sambandsflokkinum

Sambandsflokkurin hevur í dag hildið afturvendandi Heystfundin og nógv fólk møttu upp. Talan er um ein fund fyri limir og sambandsáhugað í Landsfelag Sambandsfloksins um støðuna í flokkinum, politisku støðuna í samfelagnum o.a.

Skráin til fundin varð rættuliga breið og legði upp til, at fundarluttakararnir kundu gera viðmerkingar og seta spurningar til okkara politikarar um øll viðkomandi politisk viðurskifti.

Høvuðsevnini á fundinum vóru sosiali profilur Sambandsfloksins umframt breitt vinnumál.

Fundarfólkini vístu m.a. á tørvin á endurvenjing, tørvin á betran av fólkapensjónini og menning av øðrum sosialum tilboðum til okkara veiku í samfelagnum. Tað eru framdar betringar, men enn er nakað eftir á mál. Hægri raðfestingar eru gjørdar á sosiala økinum og í bleytu virðunum fyri umleið 500 mió.kr. síðan Sambandsflokkurin tók við landsins leiðslu, samstundis sum íløgur eru gjørdar fyri umleið 1,2 mia.kr.

Víst varð eisini á týdningin av vitan og kapitali í vinnuni og tørvin á at skapa ein felags vinnupolitikk í Føroyum, herundir skapa greiðar karmar, eins og alivinnan virkar eftir í løtuni.

Heystfundurin hesaferð var tann seinasti áðrenn komandi løgtingsvalið og tí er leiðslan glað fyri tey nógvu uppskot um loysnir og betringar, sum komu fram á fundinum og sum Sambandsflokkurin ætlar at taka við í valskránna og brúka í valstríðnum.

Formaðurin legði stóran dent á, hvussu avgerandi neyðugt tað verður, at Sambandsflokkurin stendur saman um at gera valskrá og føra valstríð. Til tess krevst m.a., at flokkurin fær so nógv góð hugskot sum gjørligt frá sambandsveljarunum og veljarafeløgunum.

Heystfundurin gav eina góða ábending um, hvørji politisk mál og verkætlanir eiga at raðfestast hægri í politiska arbeiðinum og til eitt komandi løgtingsval.

Sambandsflokkurin