Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Stór húski kunnu vera ein fyrimunur

Stórur munur er á føroyingum og dønum á nógvum økjum.

Eisini húsarhaldini eru sera ymisk, og tað sæst aftur í áhugaverdu hagtølunum frá Hagstovuni frá Tollaksmessudegi. Har stendur, at meðalhúskið í Føroyum er 2,85 fólk, meðan meðalhúskið í Danmark einans er 2,1 fólk.

Hesi meðaltøl stava serliga frá, at í Danmark eru so øgiliga nógv fleiri vaksin, ið búgva støk - við ella uttan børn. Soleiðis livdu ikki færri enn 44% av donsku húskjunum í 2019. Í Føroyum var talið 29%. Eisini í hinum endanum sæst, at Føroyar hava nógv fleiri stór húski við trimum ella fleiri vaksnum. Hetta kunnu t.d. vera eldri, ið búgva hjá børnunum, ella vaksin børn, ið búgva hjá foreldrunum.  Soleiðis livdu ikki færri enn 28% av føroysku húskjunum, meðan einans 8% av donsku húskjunum livdu soleiðis.

Hvat er betri, veldst sjálvandi um eyguni, ið síggja.

Føroyingar eru meira familjukærir
Tað er eingin ivi um, at føroyingar ganga hægri upp í familju enn danir.

Danir eru hinvegin meiri einstaklingagjørdir. Individualisman er í hásæti, og tað sæst eisini aftur í samfelagnum. Tankin um at hava vaksin børn búgvandi heima ella at hava pensjónerað foreldur búgvandi heima, er sera fremmandur fyri danir. Men fyri føroyingar er hetta púra vanligt.

Ivaleyst er tað eisini ein avleiðing av bústaðatroti. Men vit skulu heldur ikki undirmeta trivnaðarliga týdningin av, at ættarlið taka sær av hvørjum øðrum og at familjan er ein grundsúla undir trivnaðinum í samfelagnum.

Tað er eitt virði í sær sjálvum, at ættarlið framvegis búgva nær hjá hvørjum øðrum - antin í somu húsum ella í sama grannalagi. Úrslitið av einstaklingagerðini er hinvegin, at nógv fólk sita í einsemi og sjáldan fáa vitjan frá sínum næstringum.

Víðkaða familjan er ikki ein trupulleiki
Summi vilja siga, at víðkaða familjan, ið framvegis er vanlig í Føroyum, er eitt haft um beinini á einstaklinginum. Betri hevði verið, um tey ungu og tey gomlu heldur búðu í hóskandi íbúðum.

Eg vil siga bæði og. Tað skal vera pláss fyri at fáa sín egna bústað. Men vit skulu heldur ikki koma har til, at tað verður illa sæð, at fleiri ættarlið búgva undir somu tekju. Nógv húski búgva í stórum húsum, ið væl kunnu gagnnýtast betri enn í dag.

Las fyri tíð síðani um hollendska røktarheimið Humanitas Deventer, har lesandi búgva saman við teimum eldru. Samvera við teimum eldru er so at siga ein partur av húsaleiguni. At eldri og yngri búgva undir sama taki kann vera til gagns fyri báðar partar, tí ættarliðini kunnu læra av hvørjum øðrum báðar vegir.

Møguliga kundi tað loyst nakrar av teimum avbjóðingum, vit hava á eldraøkinum, at ung flyta inn til eldri, meðan tey eru undir lestri. Hetta er sjálvandi ikki ein loysn fyri sera røktarkrevjandi eldri, men kundi verið ein loysn hjá eldri, ið hava ymiskar lættari avbjóðingar í gerandisdegnum ella bara hava ampa av at búgva einsamøll. Tað er gott at hava onkran vaksnan persón nær við, um onkur bráðfeingis heilsutrupulleiki skuldi stungið seg upp.

Bara nakrar hugleiðingar hesa nýggjársaftan.

Gott nýggjár, øll somul!

Jaspur Langgard
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin