Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Stongdir vegir vegna renning

FERÐSLUAVMARKINGAR: Í morgin leygardagin verður skipað fyri árligu kvinnurenningini, og hetta fer sjálvandi at ávirka á ferðsluna í og kring Havnina.

Sjálvt rennitiltakið byrjar á Tórsbreyt klokkan 15.00, og frá klokkan 15.30 til 17.00 verður Hvítanesvegurin – frá Ringvegnum til rundkoyringina við Vegin langa – stongdur fyri gjøgnumkoyrandi ferðslu.

Á kortinum niðanfyri sæst, hvørjir vegateinar verða stongdir í hesum tíðarskeiði leygardagin 22. august, og har ferðslan annars verður tarnað.