Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Stjórnarskipanin víst burtur

Nakað av kjaki var í farnu viku í fjølmiðlunum í sambandi við at formansskapurin í Løgtinginum mælti til at vísa uppskotinum um stjórnarskipan burtur. Hóast nógv varð sagt bæði henda veg og handa veg um málið, so haldi eg at grundarlagið undir kjakinum var ikki serliga væl lýst. Tí skal eg gera eina roynd at greiða frá, hvussu hesi tingini hanga saman.

Tað er einki óvanligt í tí, at formansskapurin í løgtinginum mælir til at burturvísa mál, sum stríða ímóti Stýrisskipanarlógini. Men tað sum er serligt við hesum málinum er, at her verður skotið upp at seta Stýrisskipanarlógina úr gildi, og at seta Stjórnarskipanarlógina ístaðin. Tað sigur seg sjálvt, at eitt lógaruppskot, sum hevur til endamáls at gera nýggjar reglur ístaðin fyri tær sum eru í Stýrisskipanarlógini, má so ella so stríða ímóti Stýrisskipanarlógini. Øðrvísi fær tað ikki verið.

Stóri trupulleikin er gildiskoman

Tann stóri trupulleikin við uppskotinum, sum fekk formansskapin at mæla til at vísa málið burtur, er reglan um, hvussu lógin verður sett í gildi. Har verður sagt í uppskotinum, at lógin verður sett í gildi, tá hon fyrst er samtykt á Løgtingi og síðani løgd til fólkaatkvøðu, har fólkið tekur endaliga støðu.

Uppskotið sigur eisini: ”Samtundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya.”

Trupulleikin við hesum er, at sambært Stýrisskipanarlógini, kann Stýrisskipanarlógin ikki setast úr gildi, fyrr enn tvey løgting hava samtykt, at hon skal fara úr gildi. Tað vil siga, at fyrst má løgtingið samtykkja at seta lógina úr gildi, og síðani má samtyktin liggja og bíða, til val hevur verið. So skal nýggja løgtingið samtykkja tað sama einaferð afturat. Ikki fyrr enn tá er lógin sett úr gildi.

Tí nýttar tað so lítið, at tað verður skrivað í Stjórnarskipanaruppskotið, at Stýrisskipanarlógin fer úr gildi, tá Stjórnarskipanarlógin tekur við. Um vit ikki fylgja reglunum í Stýrisskipanarlógini um hvussu hon verður sett úr gildi, so kann tað tulkast sum, at báðar eru í gildi, og tað er ein sera óheppin støða.

Lætt at sleppa undan

Sum við so nógvum øðrum løgfrøðiligum spurningum, eru øll ikki á einum máli um hesa tulkingina, men trupulleikin er lættur at sleppa undan. Tað er bara at seta í Stjórnarskipanaruppskotið, at lógin skal samtykkjast av nýggjum av einum nýggjum løgtingi, eftir at hon hevur verið til fólkaatkvøðu. So er eingin ivi um, at Stýrisskipanarlógin fer úr gildi, tá Stjórnarskipanarlógin tekur við.

Hetta hevði ikki seinkað málinum serliga nógv, tí um lógin verður samtykt áðrenn tingið fer í summarfrí (so skal tað ganga rættiliga væl), so skulu ganga millum 6 og 12 mánaðir til fólkaatkvøða verður. Tað vil siga, at tá verður lítið meira enn eitt ár, til val verður aftur, og eitt nýtt løgting kann samtykkja uppskotið.

Nýtt uppskot

Uppskotsstillararnir hava eftir øllum at døma tikið hetta til eftirtektar, og eru á veg í løgtingið við einum nýggjum uppskoti, har hesi viðurskiftini eru komin uppá pláss. So fáa vit at síggja, hvørja lagnu uppskotið fær. Eg dugi bara at síggja ein møguleika fyri eini semju, og tað er, um vit venda aftur til álitið sum undanfarna stjórnarskipanarnevndin skrivaði í mai 2011. Klára vit ikki at finna hesa breiðu semjuna aftur, so hevur uppskotið, eftir mínum tykki, ongan møguleika at verða samtykt á eini fólkaatkvøðu, og so er tað endaliga farið í søguna.

Løgin arbeiðsháttur

Tað má sigast at vera ein løgin arbeiðsháttur, sum onkur hevur brúkt í hesum málinum, fyri at fáa alt sítt ígjøgnum. Fyrst varð syrgt fyri, at málið ikki bleiv avgreitt, og síðani er nýtt uppskot lagt fram, sum leggur upp til eina semju, sum skal liggja onkrastaðni millum gjørdu semjuna og egin sjónarmið. Hetta avspeglar eitt ynski um at fáa størri ávirkan á uppskotið enn øll onnur hava. Men tað førir ongan veg, tí Stjórnarskipanin skal samtykkjast á fólkaatkvøðu, og jú meira uppskotið umboðar sjónarmiðini hjá nøkrum fáum, minni undirtøku fær tað frá fólkinum.

Og so má eg eisini siga, at eg haldi tað vera løgið, um Føroyar fáa eina nýggja Stjórnarskipan, sum byrjar sum eitt andstøðuuppskot, har tann eini andstøðuflokkurin als ikki er við, meðan hinir báðir eru ósamdir um, hvussu uppskotið endaliga skal síggja út. Tað livir ikki ordiliga upp til orðingina ”Vit, fólkið í Føroyum”.

Helgi Abrahamsen

løgtingsmaður