Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Stjórnarskipan Føroya er leiðin til sjálvbjargni

Løgmaður og varaløgmaður.

Uttan at fara inn á, hvat løgmaður hevur sagt og ikki sagt um ríkisfelagsskapin og um stjórnarskipanina, so stendur eftir, at løgmaður – onkustaðni á leiðini - er komin til ta niðurstøðu (neyvan einsamallur), at ríkisfelagsskapurin ikki er nøktandi fyri Føroyar – hvørki heima ella úti.

Forðingarnar gerast alsamt størri og áhugamálini hjá Danmark og Føroyum eru oftari og oftari í stríð við hvørt annað.

Skal viðganga, at so hvørt løgmaður úttalar seg hesum viðvíkjandi, gerst myndin ógreið og támut. Kanska styrknar støða løgmans av teimum útsøgnum, sum varaløgmaður, Annika Olsen, herfyri kunngjørdi fyri donskum fólkatingslimum í Tinganesi nevniliga at, núverandi ríkisfelagsskapurin er ein forðing fyri menning føroyinga í framtíðini.

Ein nýggj semjuroynd.

Saman við Tjóðveldi hava vit í Framsókn lagt málið um Stjórnarskipan Føroya aftur á tingborð. Uppskotið – sum nú liggur á borðinum - er broytt nakað og kann hetta best forklárast við at vísa til tær viðmerkingar og tey broytingaruppskot, sum komu fram, tá stjórnarskipanaruppskotið var til 2. viðgerð í Løgtinginum.

Tíverri kom uppskotið ongantíð til atkvøðugreiðslu. Hesum syrgdi løgmaður fyri, eftir at Fólkaflokkurin hevði kravt málið aftur í nevndina við ynski um at herða tjóðskaparligu orðingarnar í formælinum og í grein 1.

Uppskotið, sum nú fyriliggur um Stjórnarskipan Føroya, tekur støði í teimum viðmerkingum og broytingum, sum komu til sjóndar henda lagnudagin í tinginum. Og so er vert at minnast til, at hetta er eitt samráðingaruppskot og ikki eitt ultimativt uppskot.

Bárður Nielsen.

Tað er av allarstørsta týdningi, at vit røkka eini politiskari semju, sum er grundað á, at alt vald í Føroyum er hjá Føroya fólki. Hesum var full semju um í stjórnarskipanarnevndini!** Vit eru so nær eini semju, at tað er alneyðugt at fáa arbeiðið gjørt liðugt. At goyma uppskotið burtur, soleiðis sum Bárður mælir til, er ikki bara láturligt, men sigur væl nakað um, hvussu politiska skipanin virkar í løtuni og um tað trúvirði, hon hevur millum fólk.

Eg skal viðganga, at uppgávan ikki er einføld, men vit skylda hvør øðrum og øllum føroyingum at finna semju. Og hana finna vit, um vit vilja. Læt semjuhugin verða felagsnevnaran og ikki klandrið!

At umbera seg við, at fíggjarstøðan og vælferðin eiga alla raðfestingina beint nú, vísir kanska best arbeiðslagið hjá hesi samgonguni. Øll virðir eru gjørd upp í krónur og oyru. At venda búskapargongdini er ikki bara er nakað, sum samgongan vil, men at missa innihaldið í sjálvari tilveruni og lata menniskjaliga tilfeingið forfalla í hesum grammleika - er bæði skeivt og ræðandi.

Menniskjan livir ikki av breyði eina - skal minna Bárður Nielsen á, at øll vælferð og tryggleiki føroyinga treytar sjálvbjargni, at vit taka ábyrgd av okkum sjálvum, at vit sjálvi sita við borðið, har avtalur verða gjørdar – tað veri seg við onnur lond ella sum sjálvstøðugur limur í fleirlanda samgongum. At troyta teir møguleikarnar, sum bara sjálvstøðug lond hava. Øllum hesum forðar ríkisfelagsskapurin fyri.

Bárður - reis teg upp, lyft høvdið og gev Føroya fólki reyðar kjálkar aftur. Tað sømir seg í hesum døgum.

Poul Michelsen