Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Stjórnarleiðararnir viðgjørdu føroyskar prædikur og fongsulsviðurskifti

Tað vóru serliga tvey viðurskifti, sum fyltu nógv á fundinum hjá Bárði á Steig, løgmanni, og Mette Frederiksen, forsætisráðharra, fríggjadagin.

Løgmaður gjørdi greitt, at í Føroyum standa flest øll spyrjandi, nú tað møguliga gerst eitt krav, at føroyskar prædikur í Danmark skulu umsetast til danskt. Danska stjórnin fyrireikar í løtuni eitt lógaruppskot um, at allar prædikur, sum verða hildnar í Danmark, skulu umsetast til danskt. Á fundinum við løgmann vísti danski forsætisráðharrin á, at tað er ov tíðliga at siga, hvussu lógaruppskotið endaliga verður orðað. Hon vissaði kortini um, at danskir myndugleikar í løtuni viðgera ítøkiliga spurningin um málini í ríkisfelagsskapinum ikki skulu hava eina serliga støðu, og tí eiga sleppa undan hesum kravinum.

Løgmaður og danski forsætisráðharrin umrøddu enn einaferð fongsulsviðurskiftini í Føroyum. Løgmaður vísti á, at umstøðurnar í Arrestini í Mjørkadali eru ikki nøktandi. Mjørkadalur er hvørki bygdur til arrest ella fongsul, og hóast ábøtur eru gjørdar, seta karmarnir óneyðugar avmarkingar fyri tey, sum sita dómin har.

Bárður á Steig Nielsen og Mette Frederiksen eru samd um, at føroysk og donsk embætisfólk nú skulu umrøða og lýsa málið nærri, soleiðis at politisk semja kann fáast um, hvussu málið skal loysast.