Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Stjórnarleiðarar hittust

Í gjár vitjaði Sigmundur Davíð Gunnlaugsson, nýggi forsætisráðharri Íslands, Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann.

Stjórnarleiðararnir høvdu óformligan fund seinnapartin í gjár. Á fundinum greiddi íslendski forsætisráðharrin frá ætlanunum og avbjóðingunum hjá teirri nýggju stjórnini í Íslandi. Løgmaður kunnaði eisini um nakrar av teimum stóru avbjóðingunum hjá Føroyum.

Stjórnarleiðararnir vóru á einum máli um, at Ísland og Føroyar hava fleiri mál av felags áhuga. Búskaparvøkstur, møguleikar í arktiska økinum og støða til Evropiska Samveldið eru dømi um felags áhugamál.

Staðfest varð, at tað er sera týdningarmikið at menna framhaldandi tað góða samstarvið, ið er millum Føroyar og Ísland.

Í sambandi við, at løgmaður nú hevur havt Sigmund Davið Gunnlaugsson á vitjan, sigur løgmaður:

Eg fegnist um, at nýggi forsætisráðharri Íslands nú hevur vitjað í Føroyum. Fyri samstarvið og viðurskiftini millum londini bæði er tað týdningarmikið, at vit knýta bond og halda fram við at styrkja samstarvið. Á fundinum fekk eg gott innlit í ætlanirnar hjá teirri nýggju stjórnini í Íslandi. Tað var áhugavert at staðfesta, at avbjóðingarnar og ætlanirnar hjá stjórnunum báðum á fleiri økjum líkjast nógv.

Vitjanin hjá íslendska forsætisráðharranum er partur av rundferð í Norðanlondum, har hann hittir sínar starvsfelagar. Forsætisráðharrin fór av landinum í dag.