Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Stjørnan steypavinnari

Borgarstjórin helt røðu: Leygardagin 11. februar 2012 vunnu Stjørnu-kvinnurnar steypakappingina eftir eina javna og spennandi finalu, sum tó endaði við uppibornum 27-23 sigri til Klaksvíkar – hjartaliga tillukku!

Tá ið stjørnurnar vóru norðafturkomnar við steypinum, beyð borgarstjórin til móttøku í býráðshøllini kl. 17:30, har gull-vinnararnir vórðu heiðraðar fyri sigurin.

Hóast tað gekk javnt á í steypafinaluni, so vann Stjørnan uppiborið 27-23 eftir at hava verið á odda allan seinna hálvleik. Simona Petersen skeyt heili 10 mál fyri Stjørnuna, meðan Gurið K. Mortensen skeyt fimm fyri VB. Tær báðar vórðu somuleiðis kosnar dagsins leikarar hjá liðum sínum.

Hópin av fjepparum komu eisini á gátt í býráðshøllini at ynskja vinnarunum til lukku.

Borgarstjórin helt røðu og handaði Stjørnu-kvinnunum ein kekk. Eisini bar Súsanna Lydersen heilsan frá Norðoya Sparikassa og Una Olsen takkaði vegna liðið fyri móttøkuna – somuleiðis gjørdi venjarin.

Vit endurgeva her røðuna, sum Gunvá við Keldu, borgarstjóri, helt fyri steypavinnarunum.

Fantastiskt avrik av einum nýggjum liði

Góðu STJØRNU-kvinnur – Mangan fyrr hava vit roknað við tykkum, at tit fóru at vinna, men tá ið tit byrjaðu at venja áðrenn hetta kappingarárið, søgdu tit púra greitt við fjølmiðlarnar, at í ár fór Stjørnan at byggja upp eitt nýtt lið av ungum og evnaríkum leikarum.

Tí roknaðu tit ikki við, at Stjørnan fór at vera millum tey allar fremstu liðini í ár – tað tekur jú tíð at byggja upp nýggj lið og nýtt samanspæl.

Men hvat! - hatta varð sagt seinasta heyst, men longu nú – í februar mánað í 2012 – standa vit her, tí longu nú hava tit vunnið gull, hetta vakra steypið – HJARTALIGA TILLUKKU!

Hetta flotta úrslit vísir, at kvinnurnar og genturnar í Stjørnuni eru nakað heilt serligt og framúr.

Hesin steypafinalusigurin er ein ítøkilig og verulig staðfesting av, at Stjørnan longu hevur gjørt eitt fyrireikandi arbeiði at byggja upp eitt nýtt lið – til hesa kappingina mistu tit fleiri lyklaleikarar, men tá var longu gjørt eitt so gott ungdómsarbeiði, at tit longu vóru klárar at taka fatt – tað eru virkuliga flott!

Hevur góð fólk á øllum postum

Eg havi nevnt Stjørnu-kvinnurnar og –genturnar – og uttan tykkum var heldur eingin hondbóltur og eingir sigrar – men vit mugu her ikki gloyma, at Stjørnan er meira enn tað.

Fyri tað fyrsta hava vit venjarar, sum dagliga eru saman við og um tykkum, leikarar, síðan eigur Stjørnan ein hóp av góðum hjálparfólkum og nevndarlimum, sum gera eitt stórt, sjálvboðið arbeiðið.

Tað er altíð ein ávísur vandi í at nevna nøvn, men eg haldi og vóni ikki, at nakar tekur mær tað illa upp, um eg í dag geri eitt undantak í so máta.

Tað er jú soleiðis, at einki tiltak, eingin fyritøka og heldur einki hondbóltsfelag kann virka væl og enn minni vinna uttan eina dugnaliga, engageraða og entusiastiska leiðslu. Tað eigur Stjørnan í Kristoffuri Ragnarsson, sum saman við beiggja sínum Ingva – í nógv ár hevur staðið á odda fyri Stjørnuni.

Saman við teimum fantastisku áskoðarunum og stuðlunum, sum vit eiga, vil eg ynskja tykkum og okkum øllum HJARTALIGA TILLUKKU við hesum flotta sigri.

Hendan finalan vísti enn einaferð, at Stjørnan ikki bara hevur eitt fantastiskt álop men eisini hevur eina framúr verju og ikki minst sera góðar málverjar.

Vit fegnast um, at góður samanhangur er í felagnum og á liðnum. Nógvar góðar kreftir taka sær av felagnum, yngri spælarar koma inn á liðið, og teir meira royndu, ið hava roynt at vinna ferð eftir ferð, ganga undan. Hetta er eitt fyridømi um, hvussu eitt felag og eitt lið kann skipa seg.

Vinnaramentan ið veruliga vil nakað

Í dag kundi einki uttanumtos brúkast – nú var tað styrkin á vøllinum, sum skuldi tala, og vit kunnu nú staðfesta, at Stjørnan er best í Føroyum

Stjørnan er ein verdugur steypavinnari, tí hetta felag hevur eina vinnaramentan, ið sanniliga ikki er nøkur sjálvfylgja, men hon hevur eitt størri virði, enn vit kanska ofta geva okkum far um, tí hugburðurin hevur so nógv at siga fyri, hvat vit tora at trúgva og avrika.

Henda vinnaramentan tykist ganga ígjøgnum alt felagið, og sum mest av øllum verður staðfestur við úrslitunum hjá tykkum á fremsta kvinnuliðnum – eg vóni, at tit framhaldandi fara at halda fast um hetta!

Góðar fyrimyndir fyri alt samfelagið

Vónandi kann hesin fantastiski vinnaraviljin, sum tit í Stjørnuni hava, smitta yvir á restina av okkara lokalsamfelag – bæði á onnur ítróttalið, onnur feløg og eisini á samfelagið sum heild – í teimum avbjóðingum, vit hava sum lokalsamfelag og sum býur.

Júst hetta er ein av hjávinningunum við vinnaraliðum í ítróttini, tí tit vísa okkum, at við einum beinhørðum innsatsi, góðum evnum og sterkum samanhaldi so kunnu vit megna tað mest ótrúliga.

Fyri tað uppvaksandi ættarliðið eru tit heilt serligar fyrimyndir, fyrst og fremst ítróttarliga, men so sanniliga eisini á annan hátt, tí sum vinnarar í ítrótti vísa tit teimum ungu, hvussu stóran týdning tað hevur á øllum økjum í lívinum at stríðast fyri einum máli, at gera sær ómak, at halda saman sum eitt lið og at verða áhaldandi – eisini tá ið tað gongur ímóti við hvørt.

Brúka vit ítróttin og ítróttarlívið sum fyrimynd, kunnu vit vinna á teimum trupulleikum og avbjóðingum, sum vit fáa í okkara virksemi, bæði sum einstaklingar, sum lokaløki og sum tjóð.

Tað er mær ein stór gleði og ein heiður at bera tykkum eina heilsan frá býráðnum og frá býnum annars.

Tann gávan, sum eg vegna býráðið fari at handa tykkum, stendur ikki mát við tykkara stóra avrik, men eg gevi tykkum hana sum eina viðurkenning og eina tøkk frá býráðnum og býnum, sum tit so hjartaliga hava uppiborið.

Hjartaliga tillukku!