Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Stjórin skuldi sova uppá avgerð, sum longu var tikin

Dia Midjord, stjóri í Kringvarpinum, skrivar í notati frá fundi millum teir báðar umsøkjararnar 25. november 2013, sum vóru tiknir út, sum egnaðir umsøkjarar, at teir lógu stavn um stavn. Tað var so tætt millum Liljuna Weihe og hin umsøkjaran, sum kann hava verið Høgni í Jákupsstovu, at avrátt var, at setanarnevndin skuldi sova uppá støðuna, men eitt annað skjal prógvar, at tá var longu avgjørt, at Liljan Weihe, skuldi hava starvið.

Setanarsamrøður við teir báðar útvaldu umsøkjararnar vóru 25.11.2013. Møtt vóru: Dia Midjord, Óluva Zachariassen, Kári Sólstein og Jóhan Mortensen.

Stutt eftir var setanarsamrøða við persón, sum ikki er nevndur. Samrøðan tók 5 korter. Seinni um dagin, klokkan 15:00 er samrøða við Liljuna Weihe, sum varaði líka leingi, sum tann fyrra samrøðan.

Aftaná at hava vigað umsøkjarnar, samdist bólkurin um, at Liljan Weihe, var tann, sum var betur før fyri at leiða Aktuelt.

Hóast avgerðin tá longu var tikin, og Dia Midjord var við á fundinum, møttu tey somu aftur klokkan 08.00 dagin eftir, har avtalað var at seta Liljuna Weihe, í fast starv, og at hon skuldi kunnast um avgerðina beinanvegin.

Sostatt er tað beinleiðis ósatt, sum Dia Midjord, stjóri, skrivar í sínum notati, at avrátt var á fundi 25.11.2013, at setanarnevndin skuldi sova uppá støðuna, og skuldi taka endaligu avgerðina týsmorgunin klokkan 08:00.

Tá var avgerðin longu tikin, og stjórin hevði sjálvur verið við til at taka avgerðina, saman við setanarbólkinum.

Umsøkjarin, sum lá stavn um stavn við Liljuna Weihe, var sum skilst útbúgvin journalistur, men tað er umsøkjarin, sum fekk starvið, ikki, sambært Eivindi Jacobsen, ið hevur sent klaguna til Mentamálaráðið.

Men lýsingin og starvssetanin er eitt klútateppi av mótsóknum, tí, hóast onki krav er í lýsingini um, at umsøkjarar skulu vera journalistar, so  verða summir umsøkjararar, ið ikki hava útbúgving, sum journalistar, sáldaðir frá, men ikki Liljan Weihe, sum fær starvið, men tá er ketan dottin av fleiri ferðir hjá bæði setanarbólki og stjóra.

Stjórin skuldi sova uppá avgerð, sum longu var tikin. Bara hann vaknar aftur.