Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Stjórin í Heilsutrygd, Jan Danielsen: Eg tømi ikki kassan

Gomul Perla frá 2010: Eingin hevur fyri neyðini at stúra fyri, at tað knappliga ikki eru pengar í Heilsutrygdini. Taks krevur inn, og eftirlitið er strangt, sigur stjórin, Jan Danielsen. 

Úr arkivinum: 
Soleiðis sigur nýsetti stjórin fyri Heilsutrygd, Jan Danielsen, ið, sum bara 43 ára gamal, hevur valsað runt, sum leiðandi HD´ari í roknskapi, á fleiri arbeiðsplássum, sum tó hava hingið tung, og  við reyvuni í vatnskorpuni, eru sokkin ella eru við at søkka.

Landsstýrismaðurin í heilsumálum, Aksel V. Johannesen, kuppaði Sjúkrakassarnar niður í lokalpolitisku traktina hjá javnaðarflokkinum. Afturfyri setti Bjarni Djurholm, úr Fólkaflokkinum, mannin í politisku guillotinuna, men knívurin var so óhvassur, at tað ongan mun gjørdi.

Nú situr Jan Danielsen á toppinum aftur. Hesaferð í almennum starvi, sum stjóri í Heilsutrygd – enntá uttan tíðaravmarking, og eisini hann hevur hoyrt um slaturin, ið gongur um, at hann skal vera persónligur vinur við landsstýrismannin í heilsumálum, Aksel V. Johannesen, sum opnaði lemmin til starvið.

Oyggjatíðindi hevur tikið í hondina á Jan Danielsen, og leitt hann gjøgnum laborintin við teimum hálu fjørusteinunum, sum maðurin als ikki var so fegin at standa uppiá.

Men roknskapur og tøl var ikki dreingjadreymurin hjá Jan Danielsen, sum er útbúgvin bilmekanikari. Tað var ikki fyrr enn aftaná, at hann fekk hug at máta fepurin á finansunum, heldur enn at kanna oljupinnin, og justerað tendringina á bilum.

Eg fór í læru hjá Finni Sivertsen, grannskoðara í Klaksvík, og tók prógv í HD í roknskapi, sigur Jan Danielsen, ið býr á Nesi á Toftum. 

Jan fekk møguleika at royna seg, sum skrivara í Nes kommunu, tá Alfred Olsen, fór til Danmarkar aftaná konuni, sum var í útbúgvingarørindum.

Hetta gav HD´aranum  blóð uppá tonnað. Hann møtti upp á uppstillingarfundi, og kom uppá listan, bleiv valdur á kommunuvalinum við 44 atkvøðum, sum var mett hegnisligt av persóni, ið ikki var barnvaksin á Toftum, men Jan Danielsen,  sakk seinni við bara 12 atkvøðum. Sjálvur sigur hann seg ikki longur at hava brell til kommunalpolitikk.

Men Jan Danielsen gjørdist eisini stjóri í Sea Star, einum felag, sum var heimahoyrandi á Toftum. Tað mest buldrasliga vit duga at finna um mannin í hesum starvinum er, at hann gjørdi eina sponsoravtalu við B 68, sum spældi í Sea Star troyggjum.

Men hetta felag fór á heysin...?

- Tá eg var farin, skundar Jan Danielsen, sær at leggja aftrat, líkasum fyri at vaska hendur, og so kunnu onnur reflektera yvir um hann nakrantíð skuldi verið komin í felagið, men fakta er, at fyritøkurnar, hesin HD´arin hevur arbeitt fyri, eru dotnar um koll, sum domino´prikkar.

Jan Danielsen, fekk sostatt eisini um endan av fyritøkuni, Klæmint Petersen í Saltangará, ið annars var væl rikin og gekk væl við stórum avlopum. Her var Jan ikki bara stjóri. Hann var eisini minnilutaeigari, og helst hevur ætlanin hjá Mittún, høvuðseigara, verið ein onnur, men tá tilboðið kom frá Borg um at selja, var freistingin størri enn útlitini fyri, at fyritøkan kundi halda fram, tí tey valdu at selja.

Tú kundi havt keypt Klæmint Petersen?

- Tað vóru fleiri høvuðspartaeigarar, sum hingu saman, og tey valdu at selja, og tað kundi eg, sum minnilutaeigari ikki gera nakað við, sigur Jan Danielsen, ið tó bleiv fangaður av veingjabreiðinum hjá postdúgvuni, tá hetta almenna partafelag, skuldi manna nevndina.

Jan Danielsen, sigur, at hann gleið úr hesi nevndini, tá Bjørt Samuelsen, gjørdist landsstýriskvinna. Hann er heldur ikki av teirri fatan, at Posta er drønandi á veg á heysin, men sigur, at hendan almenna fyritøkan er á rættari kós, tó at øll vita, at Posta kemur út úr 2009 við stórum halli.

Bilmekanikarin og HD ´arin í roknskapi, varð ikki gamal á Dimmalætting. Í tríggjar vikur var hann fíggjarstjóri í Dimmu-samtakinum. Meennn...

- Í tríggjar vikur!? -  Tað er ikki heilt rætt, sigur Jan Danielsen, og boðar frá, at Dimmu´nevndin vildi hava hann at sita í starvinum í tríggjar mánaðir, men hevur ikki nakra viðmerking til, at so leingi sat hann als ikki í starvinum, men leggur tó herðslu á, at hann var ikki fíggjarstjóri á Dimmu, tá fyritøkan keypti Vikublaðið og Vinnuvitan.

Tá eg kom til Dimmalætting, var hetta keyp farið fram, og mítt boð var, at fyritøkan átti at sleppa sær av við hesi líkini, sum skjótast, tí tey vóru onki verd.

Jan Danielsen, var, sum sagt,  ikki leingi á Dimmu; sigur sjálvur, at hann var ikki samdur við leiðsluna hvussu gesheftin skuldi koyra víðari, og at hann tí stutt aftaná endaði sum fíggjarstjóri á Vøruhúsinum á Hjalla, men har var HD´arin heldur ikki leingi, tí Føroya Banki, hótti við at seta propp í, tí grundleggjandi avtalur vóru ikki hildnar við bankan.

- Tað havi eg ikki hoyrt, sigur Jan Danielsen, sum hinvegin sigur, at hann setti gongd á sera umráðandi og tørvandi útbyggingar hjá felagnum, og at hann annars var ósamdur við leiðsluna um, hvussu Vøruhúsið á Hjalla   skuldi rekast, og tí valdi at fara.

Og so til sambandið millum Jan Danielsen, og landsstýrismannin í heilsumálum, Aksel V. Johannesen.

Sagt verður, at tit báðir eru gamlir klassafelagir, og at Aksel nú hevur hjálpt tær til starvið?

- Vit eru ikki gamlir klassafelagir. Tað eru fleiri ár ímillum okkum. Eg kendi ikki Aksel,  og eg haldi meg ikki heldur hava tosað við landsstýrismannin nakrantíð undan hesi starvssetanini, sigur Jan Danielsen, avgjørdur.

Serfrøðingar á økinum siga um Jan Danielsen, at hann er nakað heilt serligt, at roknskapir frá hansara hond er nakað heilt fyri seg, og at hann sannførdi mangan roknskaparkønan um síni serligu evnir, tá hann starvaðist hjá handilsfyritøkuni, Svend Krosstein í Havn.

Onkustaðnar er stjórin í Heilsutrygd ein kontroversiellur roknskaparmaður, sum í øllum førum hevur verið nógv eftirspurdur.

Nú er bilmekanikarin og HD ´arin í roknskapi, so vónin ella vónloysi hjá Heilsutrygdini, men Jan Danielsen, sigur til tey, sum stúra, at har er einki at stúra fyri. Tað verður Taks, ið krevur pengarnar inn, og at eftirlitið við stovninum er strangt.

Men HD´arin váttar, at tað er hann, sum skal brúka pengarnar, og tað dugur hann væl. Alt ov væl, vilja fleiri vera við, men Jan Danielsen, stjóri í Heilsutrygd, sigur:

Eg tømi ikki kassan.