Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Lýsing: Stjóri til Strandfaraskip Landsins

Vinnumálaráðið søkir eftir stjóra til Strandfaraskip Landsins.

Arbeiðsøkið

Høvuðsuppgávurnar hjá Strandfaraskipum Landsins eru at skipa fyri sjóvegis fólka- og farmaflutningi og landvegis fólkaflutningi.

Strandfaraskip Landsins er skipað sum landsfyritøka og virkar sum rakstrar- og ráðleggingareind fyri almennu flutningstænastuna á sjógvi og á landi. Tænastur stovnsins eru týðandi táttur í at binda landið saman, og tað er ábyrgdarøkið hjá Strandfaraskipum Landsins at samskipa ymisku leiðirnar á bestan hátt. Samlaða ferðafólkatalið, sum stovnurin flytur, er 1,1 mió. árliga.

Strandfaraskip Landsins veitir árliga tænastur fyri uml. 200 mió. kr. Á Strandfaraskipum Landsins eru 123 fulltíðarstørv. Starvsfólkini hava rættiliga ymiskar útbúgvingar og førleikar, og ein stórur partur av teimum arbeiðir í skiftandi vaktum. Høvuðsskrivstovan og fyrisitingin fyri stovnin er á Tvøroyri. Meira fæst at vita um Strandfaraskip Landsins á www.ssl.fo.

Starvið

Sum stjóri hevur tú ábyrgdina av at tryggja ein støðugan, úrslitagóðan og tryggan rakstur. Tú skalt tryggja eina skilagóða og munadygga fíggjarstýring. Sum stjóri ert tú eisini reiðari og hevur ábyrgd av, at virksemið er í samsvari við reglurnar um trygd á sjónum. Avbjóðingin hjá nýggja stjóranum er framhaldandi at menna landsfyritøkuna og ta tænastu, hon veitir viðskiftafólkunum.

Stovnurin veitir landsstýrismanninum í vinnumálum ráðgeving á økinum.** Krøv til umsøkjarar** Vit vænta, at tú:

• Hevur viðkomandi 4-5 ára hægri útbúgving

• Hevur góð leiðara- og samstarvsevni

• Hevur leiðsluroyndir frá privatum og/ella almennum virksemi, íroknað royndir viðvíkjandi fíggjarstýring og starvsfólkaleiðslu

• Viðkomandi royndir á arbeiðsøkinum

• Hevur visjónir fyri virksemi stovnsins og stovnin sjálvan

• Ert arbeiðssom/arbeiðssamur og ágrýtin

• Megnar at skapa eitt stimbrandi umhvørvi til frama fyri viðskiftafólk og starvsfólk

• Hevur góð evni at samskifta í skrift og talu og góðar málførleikar

Løn og setanartreytir

Starvið er lønt ájavnt 38. lønarflokki hjá Tænastumonnum Landsins, tó uttan at talan er um tænastumannastarv, og eftirlønargjaldið er 15%. Setanarøkið er Vinnumálaráðið og hini stjórnarráðini umframt stovnar undir ráðnum.

Umsóknir

Umsóknin við CV og avriti av próvnum skal sendast Vinnumálaráðnum, Tinganes, Postsmoga 377, 110 Tórshavn ella til vmr@vmr.fo.

Umsóknir skulu vera Vinnumálaráðnum í hendi í seinasta lagi 6. februar 2014.

Áhugaðir umsøkjarar kunnu frætta meira um starvið við at seta seg í samband við Bjørgfríð Ludvig, aðalstjóra, á tel. 556080 ella við telduposti til bjorgfridl@vmr.fo.