Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Stimbrandi og savnandi búskaparpolitikk

- heldur enn tálmandi og spjaðandi samgongupolitikk.

Føroyar hava tørv á stimbrandi og savnandi búskaparpolitikki, heldur enn tálmandi og spjaðandi samgongupolitikki. Tí hevur andstøðuminnilutin í fíggjarnevndini (Kristina Háfoss, Aksel V. Johannesen og Eyðgunn Samuelsen) – vegna allar andstøðuflokkarnar (Tjóðveldi, Javnaðarflokkin og Framsókn) - lagt fram felags fíggjarkarmar, ið vísa eina aðra politiska kós enn tann, ið samgongan fremur.

Hetta er neyðugt, tí samgongan fremur framhaldandi skeivan fíggjar- og búskaparpolitikk.

Eins og fíggjarkarmar og fíggjarlógir higartil hjá samgonguni, manglar eitt yvirskipað mál fyri okkara land, og síggjast ongar visjónir ella bjartar ætlanir í fíggjarkørmunum. Hartil tykist onki verða gjørt við veruligu høvuðsavbjóðingarnar, ið samfelagið hevur. Tvørturímóti, so verður í fleiri førum framdur politikkur, ið ger trupulleikarnar størri.

Tálmandi samgongupolitikkurin seinkar framgongd

Í staðin fyri at skapa álitsvekjandi politikk og ein politikk, ið stimbrar búskapin, fremur samgongan ein tálmandi politikk, ið skapar ótryggleika hjá nógvum húsarhaldum. Í fleiri førum eru framd átøk, sum sagt verður spara, men sum í veruleikanum ikki gerast til sparingar á fíggjarlógini, tí hesar minka um privatu nýtsluna og harvið lækka inntøkur landsins. Ein sera neilig ringrás.

Dømi um samgonguátøk, ið ikki stimbra samfelagið:

- Fremja ikki átøk í heildarætlanini fyri fólkavøkstur

- Økja um munin á realløn hjá lágløntum og háløntum

- Senda stóra pensjónsskattarokning til lág- og miðallønt

- Hava ikki givið lønarframskrivingar til fleiri øki, og minka harvið talið av størvum

- Hækka ferðaseðlaprísirnar við SSL við 10% og stilla útjaðaran verri

- Lækka rentustuðulin, og ger tað fíggjarliga tyngri fyri húsarhald við stórum lánum.

- Lækka lestrarstuðulin uttanfyri Norðurlond, ið kann minka talið av lesandi uttanfyri DK.

- Hava minkað játtan til fyritíðarpensjónistar

- Skert játtanina til Fróðskaparsetrið við niðurskurði og manglandi lønarframskrivingum

- Minkað játtan til Mentanargrunn Føroya við 20%.

- Undirgravað inntøkugrundarlag landsins við at lata ófíggjaðan flatskattalætta, samstundis sum framtíðar pensjónsskattainntøkur verða brúktar nú og koma at mangla hjá komandi ættarliði.

- Avtikið einasta óhefta tjóðarbúskaparliga stovn Føroya - Landsbanka Føroya

- Hækka ríkisveitingina og harvið gjørt búskapin meira heftan at donsku ríkisveitingini

Útvald átøk at stimbra framgongd

Minnilutin í fíggjarnevndini vísir á aðra kós fyri Føroyar. Skerjingarnar av grundleggjandi tænastum og stovnum verður strikað, og hartil verða fleiri stimbrandi átøk framd í minnilutaálitinum og andstøðufíggjarkarmunum, millum hesi eru:

- 21 mió. kr. til at hækka barnafrádrátt úr 6500 upp í 8000 kr. árliga pr. barn.

- 2,6 mió. kr. til at hækka barnaískoytið til stakar uppihaldarar úr 544 upp í 800 kr. mánaðarliga pr. barn.

- Øll átøkini í heildarætlanini fyri fólkavøkstur eru við – samanlagt 32,5 mió. kr í 2014.

- 11 mió. kr. eyka til útbúgvingar á Fróðskaparsetrinum

- 15 mió. kr. eyka til vinnugranskingarsamstarv millum Fróðskaparsetrið og vinnulívið

- 8 mió. kr. til at seta gongd á at byggja nýtt Havrannsóknarskip (hartil eru støðlaðar nærum 20 mió.),

- 5 mió. kr. til at fara undir fyrstu stigini til eitt Tjóðleikhús (hartil er støðlað upphædd),

- 3 mió. kr. til at fara undir at digitalisera bandasavn hjá KVF (3 mió. kr. árliga í 10 ár)

- 4 mió. kr. til lestraríbúðir (hartil fígging frá Bústaðir)

- 3 mió. kr. til at tillaga verandi bygning til ein føroyskan eftirskúla + játtan til rakstur.

- 5 mió. kr. til Orkugrunn, ið skal stuðla grønum orkuverkætlanum kring Føroyar,

- 2,7 mió. kr. til at fáa føroyskt inn í fartelefonir og teldur og uppraðfesting av Nám.

- 2,5 mió. kr. til miðnámskúlatilboð til ung við serligum avbjóðingum.

- 2,5 mió. kr. til Fountainhús og játtan at fáa burtur bíðilistar til barnapsykiatri.

- 1,5 mió. kr. til Mentanargrunnin og 500.000 í eykajáttan til Føroya Symfoniorkestur..

- Økt játtan til íverksetarahús og heildarætlan fyri átøk at stimbra ferðavinnuna.

- Hartil skulu samferðsluútbyggingingar raðfestast eitt nú 7 mió. kr. til at gera seinastu kjarnuboringarnar, ið skulu til fyri at meta um, hvat skal til fyri at gera ein framtíðar Sandoyartunnil, 3 mió. kr. til at fyrireika Hvalbiartunnil, 3 mió. kr. til samferðsluloysn til Skúvoyar og 5 mió. kr. til útgerð til smærri tunnilsverkætlanir.

- Endurstovnan av Landsbanka Føroya, burtur við blokkhækking og játtan til heimtøku av ábyrgdini av útlendingaøkinum eru eisini millum átøkini, eins og dentur verður lagdur á, at gongd má setast á nýskipanirnar av stóru samfelagsøkjunum.

Hartil eru ein røð av øðrum átøkum bæði á inntøku og útreiðslusíðuni, ið samanlagt geva eitt úrslit í fíggjarkørmunum fyri 2014 á -165 mió. kr., í mun til eitt hall á -235 mió. kr. í fíggjarkørmunum hjá samgonguni.

Andstøðan vil fremja stimbrandi búskaparpolitikk

Samanumtikið mæla Tjóðveldi og hinir andstøðuflokkarnir - Javnaðarflokkurin og Framsókn – til, sum skjótast, at broyta skeiva búskaparpolitikkin.

Tí við einum stimbrandi, álitsvekjandi og málrættaðum búskaparpolitikki, ber til at venda undirskoti til yvirskot, samstundis sum samfelagið verður ment á øllum teimum økjum, ið skulu mennast fyri at skapa framburð.

Minnilutauppskotið til fíggjarkarmar vil tryggja føroyingum einar Føroyar í 2014, ið stíla fram ímóti fylgjandi málum:

1. Fólkavøkstur

2. Føroyar fyri øll

3. Sjálvbjargnar Føroyar

4. Útbúgving og mentan í heimsflokki

5. Vakstrarskapandi nýskipanir

6. Menning kring allar Føroyar

Fyri at røkka hesum máli skulu ein røð av málrættaðum átøkum setast í verk komandi árini – átøk, ið eru partar av teimum fíggjarkarmum, ið minnilutin í fíggjarnevndini hevur lagt fyri Løgtingið.