Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Stimbran av hugflognum hjá børnum

Á Barna- og Ungdómsdeildini í Tórshavnar Kommunu verður arbeitt miðvíst við at menna starvsfólkið, ið arbeiðir innan dagstovnaøkið.

Sum liður í hesum arbeiðinum hevur deildin skipað fyri skeiðum í Norðurlandahúsinum við norsku Trude Anette Brendeland, sum nýtir tónleik, drama og list í skapandi og forteljandi arbeiðinum við børnum.

Trude hevur á skeiðunum m.a. greitt frá, hvussu starvsfólkið kann stimbra hugflogið hjá børnunum við at brúka list í dagliga arbeiðinum.

Hetta skeiðið er sera aktuelt, tí í eini kanning frá 2012 um “List í uppvøkstri og skúlagongd í Føroyum”, sum Anne Bamford, professari, hevur gjørt, vísir hon á, at barnagarðar virða list og kreativitet í dagliga arbeiði sínum.

Tó vísir hon eisini í kanningini á, at um list og kreativitetur tilvitað fáa størri leiklut í pedagogiska arbeiðinum í gerandisdegnum, hevur tað stóra og avgerandi ávirkan á læring og menning hjá børnum.

Við at skipa fyri skeiði fyri starvsfólki innan dagstovnaøkið vónar kommunan, at hetta kann birta uppundir, at listin fær enn størri pláss á stovnunum og kann slóða fyri einum miðvísum arbeiði innan økið.