Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Stígur í samráðingunum

Komið var næstan á mál í samráðingunum millum Pedagogfelagið og almennu arbeiðsgevararnar, tá ósemja stakk seg upp. Nú er sáttmálaloysi.

Seint í gjárkvøldið kom stígur í samráðingarnar millum Føroya Pedagogfelag øðrumegin og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hinumegin, og partarnir fóru hvør til sítt.

Stutt eftir – á midnátt – gingu sáttmálarnir út, so nú er sáttmálaloysi.

Maud Wang Hansen, forkvinna í Føroya Pedagogfelag, er hørm um, at tað ikki eydnaðist at skriva undir nýggjar sáttmálar, áðrenn teir gomlu fóru úr gildi.

“Vit vóru næstan komin á mál, og meginpartin av degnum væntaði eg avgjørt, at vit kundu skriva undir í gjárkvøldið. Men so stakk ósemja seg upp um nøkur viðurskifti.

Henda ósemjan lat seg ikki loysa í eini handavending, so nú eru partarnir farnir hvør til sítt at rokna upp á tingini”, sigur hon.

Hon vil ikki siga nakað ítøkiligt um, hvat ósemjan snýr seg um, tí hon leggur dent á, at samráðingarnar ikki eru slitnaðar.

Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum hevur boðið Pedagogfelagnum aftur til fundar, men Maud Wang Hansen sigur, at tey ikki enn hava tikið støðu til, nær tann fundurin verður.

Sum skilst verður tó ongin fundur við sáttmálamótpartin fyrr enn í fyrsta lagi fríggjadagin, men í morgin hevur Pedagogfelagið kallað álitisfólkini til fundar.