Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sterkir Føroyingar hava stovnað menningarsamband

Mikudagin 18-12-2019 hevði Styrkisamband Føroya, stovnandi aðalfund í ÍSF húsinum. Á fundinum blivu viðtøkur o.a gjørdar, umframt at nevndin bleiv skipa.

Endamálið hjá Styrkisamband Føroya er, at skipa og menna kraftítróttina í Føroyum. Hetta er eitt økið, sum hevur ment seg við rúkandi ferð seinnu árini, og limatalið er støðugt vaksandi.

Í fyrsta umfari fevnir Styrkisamband Føroya um greinarnar: Olympiska vektlyfting, Power lyfting, KettleBells og Crossfit. Møguleiki er eisini hjá øðrum greinum innan kraftítróttina at søkja um limaskap í Styrkisambandi Føroya.

Vit í ÍSF ynskja Styrkisambandi Føroya hjartaliga tillukku við limaskapinum.

Á myndini sæst fyrsta nevndin í Styrkisambandi Føroya
Frá vinstru: Rói Michelsen Hjaltalin, nevndarlimur - Heini Hátún, formaður - Gudmundur Danielsen, nevndarlimur og Jákup Suni Berg, tiltakslimur.