Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Stendur Nólsoyggin, stendur verðin eisini

Jógvani Arge, formaður í mentamálanevnd Tórshavnar býráðs, setti 20. Ovastevnuna Nólsoy í dýrdarveðri leygardagin. Nógv fólk var úti og hugnaði sær saman við nólsoyingum, sum høvdu fyrireikað ein hóp av tiltøkum fyri fólk í øllum aldri.

Svimjararnir settu met um Nólsoyarfjørð, teinæringurin ”Royður” hevði leitað sær inn á Nólsoyarvík við 20 monnum úr Havn, Hoyvík og Kirkjubø og av Argjum við árarnar, og teir eldru tónleikararnir vunnu á teimum ungu í fótbólti. Nólsoyingar lótu eisini sera væl at teirri lokalu kabarettini, sum varð spæld fyri fullum húsi.

Stevnan varð sett undir Mikkjalsveggi. Jógvan Arge segði:

”Tað er altíð spennandi, tá nólsoyingar bjóða til Ovastevnu. Fólk tysjir út higar í bæði skipaðum og óskipaðum farti at hitta nólsoyingar og halda sær á gaman. Hetta er eitt sosialt og mentanarligt átak, sum vil nakað, og sum hevur týdning fyri bæði heimafólkið og stevnugestir.

Eg fari at biðja tykkum góðan dag og bjóða tykkum at vera vækomin á Ovastevnu – við serligari kvøðu til Vinu á Bátatúgvuni, mammu Ova.

Ovastevnan er vorðin ein fastur táttur í okkara summarlívi, og tað er ikki yvir at dylja, at hon setir Nólsoy á føroyakortið. Tøkk skulu tit hava, sum leggja rygg til at skipa fyri stevnuni. Í vavi og úthaldni er hon eindømi av sínum slag í Føroyum í mun til tað fólk, sum býr í bygdini.

Hetta er 20. ferðin, Ovastevna verður hildin. Hon sjóðar heimafólkið saman, bæði til at fyrireika ymiskt til gamans og álvara og til at taka ímóti gestunum. Stevnan hevur ment seg nógv hesi árini, og alt fleiri tættir eru komnir á skránna.

Ítróttur og útilív

Sum tónleikari kanst tú ikki longur hava virðing fyri tær sjálvum uttan at vera við í fótbóltsdystinum á Ovastevnu millum yngri og eldri tónleikarar.

So høgt ganga teir upp í hendan leik, at teir í strembanini eftir at vinna, eru farnir at manna seg við monnum, sum áður hava verið úrmælingar á landsliðnum. So tað verður nóg illa pláss fyri einum lokalum føstufressi sum Terja Rasmussen, tá teir bresta saman klokkan 4.

Kvinnurnar á meginlandinum vilja ikki standa aftan fyri tónleikararnar, so tær eru farnar at skipa fyri old girls fótbólti millum B36 og AB á sama vølli, og tær spara ikki krútið.

Svimjingin um Nólsoyarfjørð er vorðin ein sjálvsagdur partur av Ovastevnu. Í dag lupu tey út í í Havn klokkan 11.00, og steypini verða væntandi handað her niðan fyri um ein tíma.

Út á seinnapartin fara eisini bátar úr regattuni í Sundalagnum at taka land her. Millum bátarnar verður tann nýbygdi snotuligi teinæringurin ”Royður”, sum 20 mans hava mannað. Sjálvandi rógva teir eisini til Nólsoyar á Ovastevnu.

Víðkað savn og framsýning

Eg skal ikki rokna alla skránna upp, hon er væl og virðiliga lýst, men fari kommunurnar vegna at takka tykkum fyri fjølbroyttar dagar við áhugaverdum og stuttligum tilboðum, so fólk í øllum aldri kunna fáa okkurt heim aftur við sær.

Eitt fari eg tó at nevna aftrat úr skránni. Tað er meginframsýningin av bátinum ”Dianu Victoriu”, sum Ove Joensen róði alla leiðina úr Føroyum til Keypmannahavnar við í 1986. Tað er ein virðilig heilsan frá bygdafólkinum at sýna hetta eiggiliga far fram fyri almenninginum her við Petersens pakkhús.

Smátt um smátt verður meiri gjørt burtur úr framsýningini við skrivligum og munnligum frágreiðingum eins og myndafrásagnum á vegginum. Eg havi skilt, at nakað skjótt fer framsýningin eisini at fevna um livandi myndir, sum finnast í hópatali, og fara at gera minnisframsýningina upp aftur meiri spennandi.

Sum tíðir líða, veksur bragdið hjá Ova í hugaheimi okkara. Tað kann so væl vera, at framsýningarkjallarin sum frálíður verður í minna lagi. Eg haldi, at hetta spírandi savn er eitt gott átak fyri bygdina, sum hjúklast skal um og eigur at verða víðkað. Okkara partur skal ikki liggja eftir.

Vandaferð við Marité

Ove hevði verið í mongu lótum, áðrenn hann setti kós móti Longulinju. Hann var við skonnartini ”Marité” til fiskiskap við bátum í Grønlandi í 1968. Á heimleið fingu teir ein rangan sjógv, sum tók bátarnar á dekkinum. ”Írin” hjá miðvingum varð slongdur fyri borð, meðan ”Havtór” hjá skiparanum Edmundi í Nólsoy lá og bresti á dekkinum.** Við dirvi og mansmóti varð hann høgdur sundur og varpaður fyri borð í fleiri stykkjum, so hann ikki breyt seg niður gjøgnum dekkið. Myndir finnast av hesum bjargingarstríði. Tað var sjálvandi Ove, sum tók tær, og tær hoyra eisini til hansara søgu.

”Marité” fekk ein leka í hekkuna. Hesum vistu bara skiparin og tveir menn í maskinrúminum av. Teir báðir stríddust fyri lívinum við pumpurnar at halda balans við sjógvin, sum rann inn í skipið.

Palli hjá Emil á Miðgerði visti, at ”Marité” var góður lensari, og ætlaði Edmund sær at lensa seg burtur úr vandanum, so mælti hann honum til at hava fulla ferð á motorin.

So varð gjørt. ”Marité” fór nú sum eini skreiðifjøl eftir sjónum, og bert eitt sindur av froða kom fram á dekkið. Soleiðis sigldu teir í 16 tímar til teir komu út úr illveðrinum.

Hetta var ein uppliving av mongum hjá Ova Joensen og øðrum sjógørpum. Hendan hendingin mundi gera sítt til at búna hann til at tora at rógva einsamallur um høv til Keypmannahavnar at kyssa Lítlu havfrúnna.

Nólsoyar Páll og skipasmíð

Nólsoyingar hava ikki smæðst burtur í Føroya søgu. Tit eiga Nólsoyar Páll, hetjuna, sum gjørdi føroyingar tilvitaðar og stríddist fyri at loysa teir úr teimum trongu bondum, sum einaveldið hevði teir í.

Hann skipaði tí í 1804 fyri at byggja fyrsta havgangandi far føroyinga í øldir, Royndina Fríðu. Bróður hansara Jákup bleiv forvaltari í kongliga einahandlinum, men lærdi menn at sigla um høv og var uppi í at eggja til, at føroyingar fingu sær størri før enn vanligu bátarnar.

Í 1810 bygdu nólsoyingar og suðringar 14 tons stóru ”Nødvendigheden” suðuri í Hvalba. Síðani fóru nólsoyingar at byggja skip her úti á Malarenda.

Í 1813 kom skonnartin ”Færø”. Hon varð bygd til skansaovastan Løbner. Í 1818 bygdu teir 9 tonsa sluppina ”Jubelfesten”. Ein av forsprákarunum var Tummas Joensen í Geil.

Í 1834 vildu myndugleikarnir hava ein yvirdekkaðan bát, tí so nógvar vanlukkur høvdu verið við opnum bátum. Pól í Búð í Nólsoy fekk hetta arbeiði upp í hendur, og burtur úr kom ein skonnart upp á 8 ½ tons. Hon fekk navnið ”Nolsøe” og var til fiskiskap í eitt ár. Síðani sigldi hon fyri handilin og var tveir túrar í Hetlandi eftir skifursteini.

Í 1848 bygdu nólsoyingar sær sluppina ”Haabet”, sum var 16 tons. Hon hevði røðir, so hon kundi rógvast í stilli. Í 1859 bygdu teir sluppina ”Simon Petrus”, sum var útivið 10 tons. Trappumenninir í Nólsoy áttu saman við øðrum undangongumonnum.

Hetta vóru skipini, sum nólsoyingar gingu á odda at byggja fyri 150 til 200 árum síðani. Bátasmíðið í Nólsoy hevur altíð verið høgt í metum, og bátasmiðirnir hava verið nógvir og góðir líka til denna dag. Úr allari rúgvuni loyvi eg mær at nevna, at tann tiltikni Jóhan í Garði smíðaði næstan 1000 bátar í síni tíð.

Fari eisini nevna ein annan, sum fekk bronsuheiðursmerki fyri ein bát, sum hann smíðaði til eina framsýning í Bergen í 1898. Tað var Jógvan á Mýruni. Virðislønina fekk hann fyri tíggjumannafarið ”Nólsoyingin”, sum nú hevur staðið í bátahøllini á Føroya Fornminissavni í mong ár.

Fyrstu ferð í Nólsoy** Tað verður við hvørt sagt, at tað finnast havnarfólk, sum ikki hava sett sín fót á land í Nólsoy. Tað ljóðar løgið, at tey, sum hava Nólsoynna fyri eygunum hvønn einasta dag, ikki hava vitjað hana. Men helst er tað so.

Sjálvur teljist eg tíbetur ikki teirra millum. Men eg mundi vera eini 10 ár, áðrenn eg setti mín fót á land á brúnni her niðanfyri. Tað var í prestaflutningi. Axel Tórgarð skuldi út higar, og pápi mín setti hann út um Fjørðin í okkara fimm-mannafari.

Tað gekk alt væl og mær líktist á bygdina við teimum sjáldsomu samanbygdu lonunum og stórhvalakjaftinum. Men tá vit skuldu avstað aftur, læt gamli mær róðrið og fór at fonglast við okkurt annað.

Eg var ikki serliga kønur í sigling á Nólsoyarvík, so eina ferð, hann hugdi upp úr aftur, vóru vit næstan inni í taraskónum á Kirkjutanga. Tá skrykti hann í róðurlínuna og legði róðrið í borðið. Vit stóðu ikki undir kirkjuni, men tað var nær við - og síðani havi eg ikki stýrt út av Nólsoyarvík.

Vit komu livandi til hús aftur hendan dagin, og tá hevði hann skotið nakað nógvar fuglar her suðuri millum Kirkjubønes og Borðuna. Tað var sum at vera á báti við admiral Nelson. Skotini dundu og lomvigurnar duttu í hópatali niður úr luftini. Tað einasta, sum ikki riggaði, var, at hann hevði gloymt glúpin. Tí mátti eg støðugt hanga hálvur uttanborðs og henta fuglin, meðan hann skeyt. Tað var hugaligt.

Lomvigi á Nólsoyarvík

Vit vórðu ongantíð eggjaðir til at skjóta, tá vit vóru yngri, og vóru ikki boðaðir, tá Niels Juel fór at skjóta fugl ella harur. Eina ferð fóru vit báðir í Fjørðin við snøri, og hann hevði byrsuna við framíhjá.

So sigi eg við hann einaferð. Síggja vit ein havhest ella okkurt slíkt, lat meg so sleppa at royna at skjóta hann. Ikki eitt livandi var at síggja nakrastaðni, men á heimferð komu vit suður fyri bygdina. Tá situr ein einsamallu lomvigi á Nólsoyarvík.

Skjót nú!, segði hin gamli, og rætti mær byrsuna. Hetta var ikki nakar havhestur, men ein virðismikil lomvigi. Eg tók avbjóðingina. Meddaði væl og lat ganga. Jú, lomvigin lá við fyrsta brest.** Inni aftur á Rasmusbrúgv í Bakka, skuldi dagsins fongur býtast. Gamli spældi út, at eg kundi fáa teir fiskarnar, sum vit høvdu fingið. So kanska hann fekk lomvigan. Hann hevði onkran fugl frammanundan, men ikki nóg mikið til ein hampiligan døgurða, segði hann. Jú, jú, tað var í lagi, helt eg. So hann fór við hesum fonginum.

Ferðasamband og vindorka

Framburður hevur verið eitt eyðkenni fyri Nólsoy og nólsoyingar gjøgnum tíðirnar, og framburður eyðkennir eisini Nólsoy í dag.

Ferðasambandið við meginlandið er so gott sum nakrastaðni. Ongastaðni í verðini hugsi eg, at tey hava so stóra bilferju í mun til vegalongdina, sum her í Nólsoy. Hetta metið hevði óivað staðið leingi í Guinnes Book of Records, um tað varð roynt har.

Tað hendir eisini altíð okkurt í Oynni, sum liggur so long og so mjá. Nú er ein vindmylla farin at mala norðuri í Stong, og tann næsta er væntandi. Eg ivist í, um tað nakra aðrastaðni liggja ítøkiligar ætlanir um at hita so stóran part av eini búseting upp við vindorku, sum júst her í Nólsoy.

Hetta er eitt spennandi átak, og vit mugu vóna, at hetta fer at eydnast væl. Onki er at ivast í, at slíkar varandi orkukeldur sum vindmegin mugu troytast, skal tann dýra oljan ikki senda okkum undir bonkin.

Vindourku- og upphitingarætlanin setir Nólsoynna í fokus í umhvørvismálum, og er tað nakað, sum fólk virðir í dag um allan heim, so er tað slík átøk, sum hetta, ið Nólsoyar Orkufelag stendur fyri.

Stendur Nólsoyggin, so stendur verðin eisini

Eg standi her í dag, tí eg eri limur í Tórshavnar býráð, og tykkara oyggj og bygd hoyrir til Tórshavnar kommunu. Sostatt eri eg ein av teimum, sum hava meðábyrgd av, at Nólsoy er eitt gott samfelag at búgva í og at útlitini eru bjørt.

Eg haldi, eg kann siga, at hesi átta árini, Nólsoy hevur verið saman við Havnini, hava ikki verið so galin. Her er nógv gott komið burturúr, og semja er um, at hevði samanleggingin ikki verið framd, so høvdu summi týdningarmikil stig ikki verið tikin enn.

Okkum dámar væl hesa samvinnu, og vit eru fegin um Nólsoynna. Hon verjir eisini Havnina so væl sum nakar. Hendan vælsignaða oyggj er tað síðsta vit skoða, tá vit tørna inn á kvøldi, og tað fyrsta, vit festa eyguni á, tá vit fara upp á morgni.

Og eitt vita vit inni í Havn, at stendur Nólsoyggin, tá vit vakna, so stendur verðin eisini. Tí er tað sjálvsagt, at Tórshavnar býráð altíð vil fara væl um og hjúkla um Nólsoynna.

Vælsignað veður

Nú upp undir stevnuna segði onkur, at Ovastevna er ikki partapolitisk. Tað er møguligt, men partapolitikkur er í Tórshavnar býráð, so tað stendur eftir, og eg kann vissa tykkum um, at øll valevnini, hvør sum eitt, droyma um at fáa tína atkvøðu í heyst.

Eg kenni ongan, sum fer at biðja nólsoyingar standa frá sær á valdegnum 13. november.

Havið nú eina góða stevnu! Tað heldur Várharra, at vit hava uppiborið. Tí hevur hann sent okkum hetta dýrdarveðrið, sum liggur um bygdina í dag.** Við hesum orðum er 20. Ovastevnan í Nólsoy sett!

---