Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Stavnabúgvar

Tórbjørn Jacobsen:

Táið tey bæði orðini demos og kratos verða krøkt í hvørt annað, fúka neistarnir frá samankomingini. Tað eiga teir at gera, annars var eitthvørt álvarsligt áfatt. Nógv hava hugsað stórar og hábornar tankar um, hvussu hesi fyribrigdini samfingin, fólk og vald, skulu fáast at virka til fyrimunar fyri heildina, boðini er mong og higartil hava vit kortini hildið okkum til tríbýtið av valdinum á leið soleiðis, sum Montesquieu legði tað fram fyri meira enn hálvt triðja hundrað árum síðan, helst íblástur av tankagóðsinum hjá Platon og næmingi hansara Aristoteles. Kendi fraklendingurin tvíhelt ikki um hetta tríbýtið, var tørvur á fleiri vøldum, eitt nú at fíggjargeiri og tjóðbanki gjørdust eitt vald, so var tað ein møguleiki hjá teimum, sum hildu seg hava tørv á hesum. So kjølfestur er hesin hugburðurin um tríbýtið av valdinum kortini vorðin, at hann er grundfestur í flestu stjórnarskráum á okkara leiðum. Býtið ímillum tað lóggevandi, útinnandi og dømandi valdið í samfelagnum. Nú eru vit so lítið á leið komin politiskt, at vit eiga onga grundlóg, kortini hava vit roynt at hildið fast og kneykrað arvin eftir gitna franska barónin.

Ivaleyst fer onkur at mæla sær fyri munni, at populisma hevur drivið greinskrivaran til at festa hesi orðini á blað, men tað fær illa verið, tá viðkomandi, sum er, absolut onga ætlan hevur um at stilla seg upp, í eini roynd at gerast partur av umboðandi fólkaræðinum aftur. Harfyri er áhugin fyri samfelagsviðurskiftum sum borgari kortini óbroyttur.

Ætlanin við tríbýtta valdinum er, at tey standa ájøvn hvørjum øðrum í mæti, tyngd og ræði. Skáka hvørtannað. Javnt og samt. Onki kemur av sær sjálvum, heldur ikki hendan javnrenningin, og standa stavnabúgvarnir ikki á varðhaldi, og verja og røkja sínar serskildu ódnir, fer alt úr spónalagnum, - “terrorbalansan” ímillum vøldini skeiklast.

Føroyar eru fólkaræðisliga illa sperdar. Yvirhøvur er demokratiska undirskotið ræðandi. Fremmandir, danir, sita á dømandi valdinum og stórum pørtum av tí, sum okkara lóggevandi og útinnandi vald áttu at havt ræði á. Við tí sindrinum av valdi danir hava uggað okkum við, og vit hava spælt fólk í húsi í, hava vit kortini roynt at hildið okkum til ástøðið um tríbýtingina av valdinum.

Hvussu tað hevur vignast, munnu nógvar ymiskar meiningar vera um. Tíðin fyri nýggju stýrisskipanarlógina og skipanina av ráðharraráðum, við størri fyrisitingarligari megi, vóru á mangan hátt ein valdslig fløkja, har útinnandi og lóggevandi valdið gingu í og úr hvørjum øðrum, alt eftir vildini hjá teimum, ið høvdu teir treiskastu og mest magnfyltu politisku knúgvarnar. Hetta var tíðin, táið teir sótu á fíggjarnevndarfundum, blaðaðu skipatekningar út eftir borðinum, og avgjørdu hvar bukkurnar skuldu plaserast í skipaskrokkum í skipapakkum. Politikkur var fyrisiting og fyrisiting var politikkur. Kreppan í 92 var úrslitið av hesi frumskógargongd. Fyrisitingarlig minimalisma var eisini ráðandi kreddan í báðum geirum. Á Løgtingi og í Landsstýri.

Við ráðharraráðunum og Norman Christensen doktrinini verður útinnandi valdið avstívað munandi við fleiri fyrisitingum. Landsstýrið lynti til eina nýggja javnvág, var farið undir prosessina at búgva seg út til eina skáking í valdsstøðuni, á væl hægri støði enn frammanundan. Lóggevandi valdið, ið skipanarliga lá smokkað í politiska mýrulendinum, tað slapp ikki á føtur og tískil ongan veg, tí ongin tók stig til at bøta um støðu tess í samfelagnum, sum umboðandi vald hjá fólkinum. Tey sjey valdømini vóru struktururin, sum helt onkrum á beinari kós, serliga tí at tær politisku cellurnar, valdømisfeløgini, suverenu maktfaktorarnir í uppstillingini ið hvussu er, struktureraðu politisku flokkarnar so dánt. Finnbogi Ísakson, sáli og táverandi tingformaður, royndi at menna tærið á tingi við at geva tingmonnum eina sámuliga hýru. Nevndarsamsýningar vóru at kalla avtiknar og mánaðarliga hýran, sum var góðar 14 túsund krónur um mánaðin, táið eg kom á ting í 1998, varð tvífaldað. Vit, sum tóku undir við hesum, væntaðu, at tað fór at hjálpa tinginum til at gerast ein javnbjóðis sparrari mótvegis útinnandi valdinum, men ivasamt man vera hvussu stórur batin bleiv av hesum.

Næsta bygnaðarliga stigið á hesi leið er skipanin av Føroyum sum eitt valdømi. Vit vóru nógv sum hildu, at nú fór parlamentariska skipanin rættiliga at taka seg upp á eitt hægri flog. At flyta seg upp í eina meiri universiella sferu. Nú fór lokal- og kommunalpolitikkurin á tingi at hvørva, og bara teir heilt stóru og eksistentiellu spurningarnir skuldu nú debatterast í evstu bráðpannu fólkaræðisins. Tað kundi hent, men tað hendi ikki. Valdømisfeløgini í øllum flokkum mistu sín týdning, og valdið lá einsamalt hjá floksformonnunum og papageykum teirra í diverse starvsnevndum. Onki var gjørt fyri at styrkja flokkarnar, tvørturímóti varð játtanin til parlamentariskt virksemi og til apparatini hjá flokkunum lækkað munandi. Hesin parturin av tríbýtta valdinum tók ikki seg sjálvt í álvara longur.

Politiskir flokkar eru sum so ikki til í Stýrisskipan Føroya, tað eru tingmenn, sum fólkið velur, men siðvenjan er, at hugsjónarliga samd fólk taka seg saman í flokk til uppstilling. Nú hongur alt tó í leysum lofti, flokkarnir eru syndraðir, struktururin, sum fór við teimum sjey valdømunum, er burtur, og onki bleiv sett ístaðin, til tað at viga upp ímóti við aftur. Alt eftir hvør ið hevur verið við í einari realitykomediu í miðlunum, onkrari hálvtápuligari undirhaldssending, verður lopið uppá bara onkra politiska rók og í hugsjónarloysi verður við heitum favnum tikið ímóti opportunistunum og bindiklubbar, bátafeløg, løgreglustøðir, kristiligar samkomur og væl mannaðu kantinurnar í peningastovnunum velja nú samfelt til hesar 33 sessirnar, ið skulu mannast av teimum, sum upprunaliga áttu at manna umboðandi fólkaræðið.

Skilið er hareftir. Tingið hevur ongantíð í mínari tíð verið so illa mannað sum nú. Lakari fær tað valla verið. Visiónirnar eru steindeyðar, skotnar niður. Valt verður ikki eftir hugsjónarligum tæri, tí eru ideologi´irnar eisini horvnar sum døgg fyri sól. Vit eru av ómegd skumpað inn í ein korrumperaðan geira og eftir er bara kampurin hjá áhugamálunum, serliga kapitaláhugamálunum, sum ikki eru umboðað í sjálvum tinghúsinum. Tíðum hoyrir tú nú tingmenn standa og lesa burturúr lepum, dossiér´um, sum sterkastu interessurnar hava skrivað teimum til høvið.

Sjálvt vónin hjá Viderø er burtur, táið hann í tiltiknu Ólavsvøkuprædikuni tók soleiðis til: “Ja, nógv ræður um tykkum stavnabúgvar, um hendan siglingsferð skal eydnast ella ikki – tað ræður um at standa støðugt á varðhaldi, at líta út so víðan og djúpt inn í náttarmyrkrið og kavaroksódnirnar, allar vegir, har vandar liggja á loynum – einans hugsa um at finna veg og ryðja rás og ikki unna sær matnáðir ella blund í eyguni – ein rættur stavnabúgvi skríður í skræðuni – “thi nidkærhed for dit hus har fortæret ham” – hann hevur sum fyrimynd Móses, ið valdi heldur at tola ilt saman við fólki Guðs enn at hava eina stutta syndanjóting í Egyptalandi, og hann ber glaður sjálvur hin størsta saknin.”

Úrslitið er, at lóggevandi valdið hevur útspælt sín leiklut og er vorðið volað av útinnandi valdinum, og kanska eini tilvildarligari “lítlu samgongu”, einum ræðslukabinetti, sum ikki stendur í mun til nakra skipan og nøkur politisk ýti yvirhøvur. Makrelmálið er besta dømi um, hvussu fast kvørkratakið er, sum útinnandi valdið hevur tikið um ovasta geislan á landsins parlamenti. Fólkaræði í Føroyum er steindeytt. Tað einasta, sum farvegur sæst eftir, er valdið hjá Jørgen Niclasen, og tað man nú bara vera ein tíðarspurningur haðartil hann skiftir Kaj Leo út við rossið hjá sær sjálvum, ella ryssuna hjá onkrum øðrum radikalum sjálvstýrara, á sama hátt sum rómverski keisarin Caligula á sinni. Royndin hjá Finnboga, við einum hægri lønarlagi, er fyribils miseydnað. Tingið er mannað við einum dalsaka av funktionerum, sum eru farnir úr býnum ella til Havnar eftir eini rímiligari løn og eini tryggingarskipan til ellisárini hjá sær og næstunum.

Og nú spyrja tey flestu helst, hvat hasin skræðugákurin á Glyvrum billar sær inn, og hevur hann sjálvur onki boð um bata? Jú, skal tað í fyrsta lagi eydnast at fáa javnvágina í rættlag aftur ímillum vøldini, og í øðrum lagi at taka landið og skipa tjóðina innanvert eina Republikk, táið tann tíðin kemur, so eru nakrir møguleikar t.d.:

• at skipa landið í 7 valdømir aftur, fyri at flyta valdið í flokkunum, sum nú er miðsavnað í Tórshavn og á alt færri hondum, út í valdømini, bygdir og býir, aftur, samstundis sum flokkarnir yvirhøvur verða styrktir við størri játtanum úr landsins kassa. Tað ræður um at byggja Løgtingið uppaftur til eina bráðpannu, har ideologi´irnar bresta saman og frægastu praktisku úrslitini fáast burturúr til fólksins frama, teirra, ið eru ognarar av øllum.

• alternativið er at manna Føroya løgting við hugsjónarfólki og idealistum, sum onga løn og onga pensjón fáa. Samsýningin skuldi fyri hvønn fundartíma verið ásett eftir ratunum í sáttmálanum ímillum arbeiðarafeløgini og felagið hjá arbeiðsgevarunum. Koyripeningurin skuldi verið tann sami sum hjá øðrum borgarum, men tingmenn skuldu aftur fyri fingið rættin at arbeitt fulla tíð í øðrum starvi. Tað er heldur ikki tørvur á, at tingið er saman í tíð og ótíð, hetta lagið við at lóggeva fyri, hvussu hvør hundalortur verður tikin upp av gongubreytunum er púra meiningsleyst hóvasták. Ein fransk-týskur arvur, sum kann leggjast meira yvir á tann anglikanska bógvin. Hetta er í grundini ein temperamentspurningur um meira ella minni detailstýring av samfelagnum, og so frægt av áliti má staturin hava á fólkinum, sum eigur statin, at okkurt verður latið tí upp í hendi at ráða yvir í egnum viðurskiftum.

• Mest umráðandi er hartil at finna eina skipan, sum forðar fyri, at aspirerandi tingmenn kunnu keypa sær ein sess fyri pening, úr egnum lumma ella annara, á Føroya løgtingi. Tað var serliga sjónligt til seinasta val, at kapitaláhugamálini nú krúpa sær til vald umvegis eina sponsorering av ávísum áhugaverdum valevnum, ið kunnu væntast at sita nakað nær kjarnu valdsins, eftir at atkvøðurnar og politiska valdsbýtið er avgreitt. Hevði man demaskerað sambandið ímillum persónligar politiskar ambitiónir og peningaveitingar úr ymsum duldum kassum, so hevði mangur stúrsað við. Sjálvt tær snotuligastu skonurnar ganga við grímu, tjúkkari mascaru og flákrandi hári fyri at fjala ólíkindini. Skal umboðanin vera breið í breiðastu merking, skal útgangsstøðið verða hitt sama hjá øllum kandidatum, - eisini í fíggjarmegi, ta tíðina, tá gartanin er hin mesta undan einum løgtingsvali. Flakakonan á Lynfrost og stjórin í Norðoya Sparikassa mega fylgjast fíggjarliga í prosessini hava tey hug á einum tingsessi, annars hevur demokratiið fingið eitt drepandi banahøgg sum ikki bøtist í bræði.

Um hetta hjálpir, veit eg ikki, men í Føroyum hevur alt bara gingið eftir reyv á hesum mótinum síðani Charles-Louis de Secondat Montesquieu var uppi á døgum og lanseraði idé´ina um ájøvnu tríbýtingina av tí lóggevandi, útinnandi og dømandi valdinum.