Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

STATUS KOLLAFJØRÐUR

Tað er dejligt, at síggja at Annnfinn Brekstein býráðslimur, er samdur við mær, um støðuna í Kollafirði og um økismenning. Somuleiðis at í Kollafirði, skal nýggjur barnagarður byggjast.

Høllin 3 milliónir

Eg frøðist eisini um, at núverandi Tórhavnar býráð, fer undir at innrættað loftið í ítróttarhøllini í Kollafirði, til ungdóm og KÌF. Við hava sett 3 milliónir kr, av til innrættan av loftinum í ítróttarhøllini í Kollafirði.

Somuleiðis hendir nakað á Tekniska økinum, har heldur áfram við einari ókeypis bussleið. Bussleiðin varð boðin út í 2010, og nýggjur sáttmáli tók við í apríl 2011, har tænastustøðið í Kollafirði er hækkað. Tó burdi busseiðin koyrt um vikuskifti í Kollafirði og um alla Havnina.

Skúlatryggir vegir 300.000 kr

Eisini verður arbeitt fram ímóti at fáa skúlatryggar vegir við skúlan í Kollafirði. Tí sum nú er, er tað sera vandamiki hjá børnum og foreldrum, at ferðast við høvðusvegin til barnagarðin og við skúlan í Kollafirði.

10 nýggj grundøkir

Somuleiðis verður arbeittt við at gera 10 nýggj grundøkir í Kollafirði.

Næsta stigið verður ein nýggjur dagstovnur** Eg endurgevið her úr greinina hjá mær “ Kollafjørður á Breddanum 2011”

http://www.levimork.com/wp-admin/post.php?post=146&action=edit “ Næsta stigið má vera at ein nýggjur dagstovnur skal byggjast í Kollafirði, har vøggustova, barnagarður og frítíðarskúli skulu húsast undir somu lon. Sum nú er, hevur Frítíðarskúlin í Kollafirði sera vánlig kor, at húsast í og hetta er ikki nútíðarhóskandi.

Hetta er eisini eitt sera átrokandi mál, sum eg fari at arbeiða fram ímóti at fáa gongd á og sum eg veit at øll samgongan stendur aftanfyri” endurgeving enda.

Tí er tað dejligt at Annfinn Brekkstein býráðsliur tekur undir við hesum.

Men, lat meg undirstrkað tað nýttar lítið, at fáa ting ígjøgnum politiskt eitt nú í Kollafirði, ella aðrastaðir, tá ið arbeiði ikki byrjar.

Vónandi kann anstøðan og samgongan fáa gongd á tað sum er játta Kollafjørð, áðrenn vit lova gull og grønar skógir.

Tí kollifiringar vilja síggja úrslit og ikki tóm lyftir og pengar sum ikki vera bruktir.

So er spurningurin hví so er???

Men eitt er vist, nú BÝRÁÐSVAL er í næstum, byrja fólk at vaknað.

Levi Mørk, býráðslimur