Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

STATUS á ELDRAØKINUM

Mikukvøldið, 20. Januar kl. 19.00 skipar TIGN fyri almennum fundi í AULINI á Læraraskúlanum.
Á skránni verður orðaskifti um STATUS á eldraøkinum, nú eitt ár er fráliðið, síðani økið bleiv lagt út til kommunurnar. 

TIGN: Tíðindaskriv, 18. januar 2016

Vit hava hoyrt í miðlunum, millum annað frá  formanninum í Skálafjarðarsamstarvinum, at eldraøkið har fer at kosta 5,8 milliónir krónur meiri enn mett varð, og at orsøkin er, at eldraøkið er dýrari enn almannaráðið hevði upplýst.

Líknandi støður hava eisini verið at hoyrt frá øðrum kommunum.

Á fundinum verða stuttar framløgur frá teimum ymisku Borgarstjórunum um støðuna á eldraøkinum.

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.
Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.
Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu.
Jóhan Christiansen, borgarstjóri Eysturkommuna.
Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Vága kommunu.
Pauli T. Petersen, borgarstjóri í Vestmanna kommunu.
Mikkjal Sørensen, formaður fyri Bú- og heimatænastuna í Suðuroy.
Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopun.
Eyðgunn Samuelsen, Almannaráðið.
Sirið Stenberg, Heilsumálaráðið.
Orðaskifti
Orðstýrari á fundinum verður Jón Brian Hvidtfeldt.