Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Stásilig nýggj tannrættingarstova

Í dag var móttøka í nýggju tannrættingarstovuni í Skúlanum við Løgmannabreyt.

Sigrid Arge, tannlæknastjóri í Tórshavnar kommunu, beyð vælkomin. Hon greiddi frá, at barna- og ungdómstannrøktin seinastu 10 árini hevur havt samstarvsavtalu við Sertannlæknastovuna hjá Bergtóru Hanusardóttir.

Í fjør ynskti hon at minka um virksemið og síðan eru telvingar farnar fram fyri at greina, hvussu kommunan kundi veita lógarbundna tilboðið um ortodontiska tænastu til børn og ung á eins tryggan hátt og frammanundan.

- Og nú standa vit her í nýggjari tannrættingarstovu, sum kommunan hevur gandað fram fígging til. Halldis á Grønastøð er sett sum sertannlækni í ortodonti og hevur verið við til at leggja til rættis karmarnar fyri tannrættingina, segði Sigrid Arge.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, segði m.a., at ein liður í at menna tænastuna og umstøðurnar í teimum báðum nýggju skúlunum í kommununi, Skúlanum við Løgmannabreyt og Skúlanum á Argjahamri, var at byggja tannlæknastovur í báðum skúlunum.

- Á henda hátt ber til at leggja partar av tannrøktini út har, sum børnini eru. Men Tannlæknastovan í Tórsgøtu er framvegis miðdepil fyri tannlæknaviðgerðini. Kommunan hevur skyldu at veita tannrøkt, herundir eisini tannrætting, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Hann legði aftrat, at Tannlæknastovan er ein av stóru stovnunum í kommununi. Har starvast ikki færri enn 24 kvinnur, so talan er um ein konufólkastovn burturav.

Halla Samuelsen, forkvinna í sosialu deild, segði, at útbyggingarnar upprunaliga byggja á eitt fleiri ára gamalt álit um nýggja sentralklinikk í høvuðsstaðnum, sum m.a. bygdi á samstarv millum kommunur.

- Og nú standa vit í eini nýinnrættaðari klinikk til ortodontiviðgerðir til børnini í Tórshavnar kommunu. Hetta er sostatt ikki sentralklinikkin, álitið vísti á, men hetta er kortini eitt stórt stig fyri sertannlæknaviðgerðirnar, sum kommunan hevur skyldu at veita børnunum og teimum ungu.

Halla Samuelsen, Sigrid Arge og Heðin Mortensen takkaðu øll Bergtóru Hanusardóttir fyri drúgva samstarvið, og borgarstjórin handaði henni blómur kommununar vegna.** Halldis á Grønastøð er sum sagt sett sum leiðari, hinar eru Anja Johansen og Anna Beder, sum eru tannrøktarar, og Poula S. Mikkelsen, sum er klinikkassistentur.

Tað er Unnie Justinussen, arkitektur hjá Tórshavnar kommunu, sum hevur innrættað hølini í Skúlanum við Løgmannabreyt. Bjarni Poulsen hevur staðið fyri timburarbeiðnum, Maria Poulsen fyri HVS, Leif Mohr fyri elarbeiði, Adigo Electric og DentSupport fyri tøkniligum loysnum og útgerð,og Jan Nielsen fyri málaraarbeiðnum. Innbúgvið er frá Byggitilfar.