
Starvsrokan í Norðurlandahúsinum
Jobmatch starvsstevnan verður í Norðurlandahúsinum millum jóla og nýggjárs, og knapt trýss arbeiðsgevarar vilja koma á tal við lesandi ella fólkum við útbúgving, sum søknasti eftir starvi í Føroyum.
“Vit
hava víðka karmarnar í Norðurlandahúsinum, so í ár verður alt húsið brúkt –
eisini tann stóri salurin. Tað verður mest sum fullsett við fyritøkum og
stovnum, og bert nakrir fáir básar eru enn tøkir. Men longu nú er talið av
arbeiðsgevarum tað mesta nakrantíð” sigur Katrin I. Gregersen, samskipari av
Jobmatch.
Á
jobmatch heimasíðuni er komin ein nýggj funka, so tað verður høgligari at
bíleggja eitt JobPrát og avtala nær á degunum hetta skal verða. Til ber at gera
hetta umvegis heimasíðuna jobmatch.fo. Best er
at bíleggja í góðari tíð, tí tá er størst sannlíkindi at koma á tal við rætta
viðkomandi.
“Tað
er eitt sera breitt úrval av arbeiðsgevarum frá bæði privata og almenna
geiranum, innan framleiðslu, handverk, tænstu og fyrisiting. Á heimasíðuni ber
til at kunna seg um einstøku fyritøkuna ella stovnin, og somuleiðis eru
ítøkiligar starvslýsingar” sigur Katrin.
Jobmatch
starvsstevnan verður fríggjadagin 28. desember i Norðurlandahúsinum. Tiltakið
er ókeypis fyri vitjandi.








