Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Starvsmannafelagið stuðlar varskógvaraskipan

WHISTLEBLOWERS: Felagið heldur, at ein skipan, har starvsfólk dulnevnt kunnu boða frá óreglusemi, kann vera ein fyrimunur bæði fyri starvsfólk og arbeiðspláss

Tørvur er á at fáa setta í verk eina varskógvaraskipan fyri starvsfólk, sum arbeiða hjá landi og kommunum.

Tað heldur Kristina Háfoss, sum í uppskoti til samtyktar ætlar at fáa løgtingið at heita á landsstýrið um, saman við kommununum, at seta eina anonyma varskógvaraskipan í verk.

Sambært Kristinu Háfoss tora nógv starvsfólk ikki at fráboða óreglusemi, tí at tey óttast avleiðingarnar. Tískil má gerast ein whistleblower-skipan, sum bæði tryggjar, at óreglusemi verður fráboðað og sum verjir varskógvaran.

Land og kommunur eiga saman at nángreina, hvussu ein varskógvarskipan skal skipast í Føroyum, sigur løgtingskvinnan, sum mælir til, at varskógvaraskipanin verður sett í verk í 2015.

Starvsmannafelagið stuðlar

-Eingin ivi er um, at tíðin er búgvin til at eisini vit í Føroyum umhugsa hvørt vit skulu seta í verk whistleblower-skipanir í Føroyum, sigur Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum.

Starvsmannafelagið er millum teirra, sum hava reist spurningin um eina varskógvaraskipan í almennu fyrisitingini. Í blaðnum, sum kom í summar, varpaðu vit ljós á hugtakið whistleblowers við dømum úr Føroyum og uttan úr heimi.

Har varð m.a. víst á, at føroyska fyrisitingin er rættuliga afturlatin í mun til í grannalondunum og at tað valdar ein tøgnmentan í fyrisitingini.

-Um verandi skipan ikki er nóg góð trygd fyri at opinleika og gjøgnumskygni, um mentanin er at tiga heldur enn at tala at, tá ið ivasom viðurskifti stinga seg upp á arbeiðsplássinum, so mugu vit hugsa um aðrar loysnir, sigur Selma Ellingsgaard.

Sambært løgtingsins umboðsmanni hava starvsfólk hjá tí almenna, ikki bert rætt, men eisini skyldu at boða arbeiðsgevaranum frá, um tey vita um ivasom viðurskifti á areiðsplássinum. Tað er tó lættari sagt enn gjørt, tí at royndirnar vísa, at fráboðanir um óreglusemi lættliga kunnu fáa starvsligar avleiðingar fyri varskógvaran.

-Tí er tað umráðandi, at vit fáa eina skipan, sum tryggjar, at starvsfólkini tora at boða frá slíkum viðurskiftum, sum tey hava beinleiðis skyldu til at fráboða, sigur Selma Ellingsgaard.

Kritikararnir av skipanunum hava víst á, at whistleblower-skipanirnar kunnu vera misnýttar av starvsfólkum at smetta um hvønn annan og seta starvsfelagar í ringt ljós.

-Hetta skal mann sjálvandi ansa eftir. Fyrimunurin við eini anonymari varskógvaraskipan er tó størri enn møgulig vandamál, sum tað eigur at bera til at avmarka, sigur forkvinnan í Starvsmannafelagnum.

FAKTA:

“Sum ein liður í loyalitetsskylduni móti arbeiðsplássinum mugu starvsfólkini eisini metast at hava bæði rætt og skyldu til at boða leiðsluni frá viðurskiftum, sum ikki eru nøktandi.”

Løgtingsins Umboðsmaður, 9. August 2007