Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Starvsmannafelagið: Skulu hava fleiri lærlingar

TEMA UM SKRIVSTOVULÆRLINGAR: Formaðurin í Starvsmannafelagnum er samdur við teimum, sum vilja, at almenna skrivstovuútbúgvingin verður dagførd, so hon passar til tað hon er ætlað til
 
Sveinur Tróndarson, journalistur
 
- Tað er ikki nøktandi, at almenni arbeiðsgevarin í fjør bara tók níggju skrivstovulærlingar inn. Vit skulu seta fólk við, tá tey, sum nú eru í starvi, leggja frá sær, og tí er neyðugt, at almennu arbeiðsplássini seta fleiri lærlingar.
 
Tað sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum í samband við, at almennu arbeiðsplássini í fjør bara gjørdu níggju nýggjar lærlingasáttmálar skrivstovuøkinum innan almenna fyrisiting.
 
Samanlagt vóru gjørdir 307 lærlingasáttmálar í Føroyum í fjør, og sambært formanninum í Starvsmannafelagnum er tað alt annað enn nøktandi, at bara níggju av teimum vóru til skrivstovulærlingar í almennari fyrisiting.
 
Tørvur á dagføring
Hesa seinastu vikuna hava vit á hesum síðum fingið at vita, at tað eru trupulleikar við skrivstovuútbúgvingini, sum tørvar dagføring. Sambært arbeiðsgevara og Yrkisdeplinum samsvarar útbúgvingin í dag ikki við tað, sum arbeiðsgevarin hevur fyri neyðini, m.a. tí hon er ótíðarhóskandi.
 
Skúlagongdin er í Danmark við tí úrsliti, at lærlingarnir ikki læra um tey føroysku viðurskifti, sum teir skulu brúka á arbeiðsplássinum. Eisini eru fak inni í, sum í roynd og veru einki hava við almenn arbeiðspláss at gera, vísti starvsfólkaleiðarin í Tórshavnar kommunu á í aðrari samrøðu á hesum síðum.
 
Og er útbúgving ótíðarhóskandi, so má hon dagførast, heldur formaðurin í Starvsmannafelagnum.
 
- Vit taka sjálvandi undir við, at útbúgvingin verður dagførd, so arbeiðsgevarin – og starvsfólkið eisini – fær tað, hann hevur brúk fyri. Tí fara vit eisini at vera við í tí arbeiðinum, sigur Súni Selfoss.
 
Egin útbúgving
Hann leggur tó dent á, at tað er neyðugt at halda útbúgvingina á einum stigi, so hon ikki verður ov akademiserað.
 
- Tað skal ikki misskiljast, men tað eru nógvar uppgávur at loysa á einum arbeiðsplássi, sum akademikarar ikki nýtast at taka sær av. Tí hevði tað eftir mínum tykki verið skilagott at lagað útbúgvingina soleiðis til, at hon tekur hædd fyri hesum, sigur Súni Selfoss.
 
Almenn fyrisiting fer í løtuni í gjøgnum stórar broytingar. Arbeitt verður við stórum talgildingarætlanum, sum ikki bara gera tað øðrvísi, men eisini lættari hjá borgarunum at samskifta við almennar stovnar.
Ætlaninar hava eisini við sær, at arbeiðsuppgávurnar hjá skrivstovurfólkunum broytast. Ein avleiðing er, at fólk fáa aðrar – øðrvísi – uppgávur, og tað kann so aftur hava við sær, at tørvurin á lærlingum ikki er so stórur beint nú.
 
-Tíðirnar seta nýggj krøv og tí má skrivstovutbúgvingin broytast hareftir, sigur sigur Súni Selfoss.
 
-Hon skal gerast eftir føroyskum tørvi, men skal framhaldandi vera ein góðkend yrkisútbúgving, ið líkur millumlanda krøv. Og sum fakfelag vil Starvsmannafelagið fegið vera við at menna almennu skrivstovuútbúgvingina, soleiðis at hon fer at svara til dagsins tørv, sigur Súni Selfoss.