Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum.

Starvsmannafelagið: Mismunarbann er eitt frambrot

LÓGARUPPSKOT: Ein lóg móti mismuni á føroyska arbeiðsmarknaðinum hevði givið føroyskum starvsfólkum somu verju móti diskriminering, sum leingi hevur verið ein sjálvfylgja nógva aðrastaðni. Starvsmannafelagið fegnast um lógaruppskot frá Sonju Jógvansdóttir, tingkvinnu 
 
Tað skal vera bannað at gera mismun á arbeiðsmarknaðinum orsaka av rasu, húðaliti, átrúnaði ella trúgv, politiskari áskoðan, kynsligum samleika, kynsligari sannføring, aldri, breki ella tjóðskaparligum, sosialum ella fólkaeyðkenniligum uppruna.
 
Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna, hevur lagt uppskot fyri tingið. Eitt uppskot sum skal geva starvsfólkum somu lógarverju móti mismuni, sum leingi hevur verið galdandi í fleiri av grannalondum okkara og í ES:
 
http://www.logting.fo/casenormal/view.gebs?menuChanged=16&type=4&committeeId=0&caseNormal.id=2830
 
Í Føroyum hava vit javnstøðulóg, ið bannar mismuni millum menn og kvinnur, og vit hava lóg móti mismuni á arbeiðsmarknaðinum vegna brek. Hettar uppskotið leggur tó upp til, at vit fáa vit eina lóg, sum tryggjar ítøkiliga javnviðgerð og verjir móti mismuni á arbeiðsmarknaðinum sum heild. Og við hesum kemur diskriminatiónslóggávan á sama stig, sum í grannalondunum.
 
Lógin er galdandi fyri arbeiðskor, setan og uppsøgn og starvsviðurskiftini sum heild.
 
Starvsmannafelagið fegnast
Starvsmannafelagið er millum tey feløg, sum hava eftirlýst eina slíka generella lógarfesta verju móti mismuni á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Hetta var eitt av kjarnumálunum, sum felagið varpaði ljós á í løgtingsvalárinum 2015.
 
-Føroyar eru sum heild eftirbátur, tá ið tað umræður lóggávu, ið verjir starvsfólk. Uppskotið um at banna mismuni og at tryggja javnviðgerð á føroyska arbeiðsmarknaðinum er tí eitt stórt framstig fyri løntakaran, sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum.
 
-Hetta fluktar ógvuliga væl við okkara sáttmálaásetingar um tann rúmliga arbeiðsmarknaðin, har pláss skal vera fyri okkum øllum. Við lógarfestari verju kunnu vit tryggja, at tað ikki bara vera tóm orð, og at tey útsettu fáa betri tryggleika í setanini, sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum.
 
Í Danmark hevur lógin móti mismuni á arbeiðsmarknaðinum víst seg at hava stóran týdning ið hvussu so er á tveimum økjum. Nevnliga, at forða fyri beinleiðis og óbeinleiðis mismuni vegna aldur og vegna brek í uppsagnarmálum.
 
Brek – tillagingarskylda
Verður t.d. staðfest, at starvsfólk ber brek, hevur arbeiðsgevarin skyldu til at gera tillagingar, áðrenn hann lógliga kann siga starvsfólki upp. Tað kann vera, at tryggja nøktandi atkomumøguleikar, broyta arbeiðsgongdir og innrætting, ella t.d. bjóða niðursetta tíð.
 
Uppfyllir arbeiðsgevari ikki sína tillagingingarskyldu, kann uppsøgnin vera kolldømd og starvsfólki fáa endurgjald ella viðurlag vegna mismun. Kravið er tó altíð, at starvsfólkið annars hevur neyðugu førleikarnar at røkja starvið, og at tillagingartiltakið ikki fer útum tað, sum er eitt rímiligt krav.
 
Tað serliga er, at hugtakið ´brek´  í hesi lóggávu hevur eina breiðari merking, enn tað vit vanliga skilja sum brek. Hevur starvsfólkið eina læknaliga diagnistiseraða sjúku, sum skerjir arbeiðsførleikan, so at tey ikki kunnu luttaka á arbeiðsmarknaðinum á jøvnum føti við onnur í eitt longri tíðarskeið, ja so koma tey eisini undir hugtakið ´brek´.
 
Aldursmismunur
Sambært lógaruppskotinum verður tað eisini roknað sum ólóglig diskriminering, um starvsfólk verður uppsagt, bara tí at tað er komið upp í árini.
 
Í uppsagnarmálum aðrastaðni er t.d. vanligt, at hugt verður eftir meðalaldri, tá ið fleiri starvsfólk standa at verða uppsøgd vegna sparing. Vísir uppgerðin at meðalaldurin á teimum, ið ætlanin er siga upp er hægri enn meðalaldurin á starvsfólkunum sum heild, má arbeiðsgevarin prógva, at høgi aldurin ikki er veruliga orsøkin til uppsøgnina. Megnar hann ikki tað, verður uppsøgnin kolldømd, og tann uppsagdi kann fáa endurgjald ella viðurlag.
 
Ungur aldur fær á sama hátt lógarverju, og fer tað t.d. ikki at bera til at siga fólk úr starvi, sum fylla 18 ár, fyri at sleppa undan at rinda teimum fulla løn.
 
Øvugt próvbyrða
Eins og í líkandi lóggávu aðrastaðni leggur lógaruppskotið hjá Sonju Jógvansdóttir upp til øvugta próvbyrðu. Tað vil siga, at kann starvsfólki vísa á umstøður, sum benda á, at talan er um mismun, áliggur tað arbeiðsgevaranum at mótprógva tað.
 
Sambært uppskotinum skal Vinnukærunevndin, sum m.a. umsitir lógina um setanarprógv, viðgera mál eftir mismunarlógini. Verður mismunur staðfestur, kann arbeiðsgevarin í síðsta enda vera dømdur at gjalda endurgjald ella viðurlag í rættinum.
 
Les um Kjarnumálini hjá Starvsmannafelagnum í valáárinum 2015, og um hvat flokkarnir søgdu til at kjarnumál nr. 7, sum mælti til at dagføra arbeiðsmarkanaðarlóggávuna: http://www.starvsmannafelag.fo/Default.aspx?ID=330