![](/myndir/myndin-15763_r_705_0.jpg)
Starvsmannafelagið í samhugaverkfall
Felagið hevur lýst 24 tíma samhugaverkfall fyri limirnar, sum arbeiða á 14 arbeiðsplássunum hjá landinum, og fyri allar limir, sum arbeiða hjá kommununum, kommunalum felagsskapum og kommunalu dagrøktini frá mánamorgunin kl. 7.00
Starvsmannafelagið lýsir samhugaverkfall við Føroya Pedagogfelag í 24 tímar, frá mánamorgni 15. januar kl. 7.00 til týsmorgun 16. januar kl. 7.00.
Øll hjá kommununum
Allir limir í Starvsmannafelagnum, sum arbeiða undir teimum báðum sáttmálunum, sum Starvsmannafelagið hevur við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, skulu í samhugaverkfall.
Hetta merkir øll, sum arbeiða hjá kommununum kring landið, tey, sum arbeiða hjá kommunalum felagsskapum og tey í kommunalu dagrøktini.
Hjá kommununum verða undantøk givin í tann mun siðvenja og grundarlag er fyri hesum.
14 arbeiðspláss hjá landinum
Fyri tey, sum arbeiða undir sáttmálanum við Fíggjarmálaráðið er samhugaverkfallið galdandi fyri 14 arbeiðspláss.
Hesi arbeiðspláss eru:
Almannamálaráðið (bert aðalráðið sjálvt)
Almannaverkið
Dugni
Fíggjarmálaráðið (bert aðalráðið sjálvt)
Fiskimálaráðið (bert aðalráðið sjálvt)
Heilsu- og Innlendismálaráðið (bert aðalráðið sjálvt)
Heilsufrøðiliga Starvsstova – bert eftirlitisfólkini
Løgmansskrivstovan (bert aðalráðið sjálvt)
Føroya Løgting
Mentamálaráðið (bert aðalráðið sjálvt)
Samferðslumálaráðið (bert aðalráðið sjálvt)
Skúlin á Trøðni
Strandferðslan – bert siglandi fólkið
Uttanríkis- og Vinnumálaráðið (bert aðalráðið sjálvt)
21 feløg í samhugaverkfall
Tilsamans 21 fakfeløg, við sáttmálum við tað almenna hava lýst 24 tíma samhugaverkfall fyri teirra limir.
Umboð fyri feløgini vóru í Tinganesi, har tey handaðu fráboðanirnar um samhugaverkfall.
Starvsmannafelagið