Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Starvsmannafelagið eisini á knøini

Fakfeløgini orkaðu ikki stratekiska spælið hjá arbeiðsgevarunum, ið løgdu kíla undir Pedagogfelagið, sum kom at standa einsamalt. Tað virkar, sum um arbeiðsgevararnir hava valt sær eitt felag burturúr, eitt offur.

Hetta er annars ein taktikkur, sum leyvurnar oftast nýta fyri at fáa eitt dýr burturúr høvuðsbólkinum, og so fær tað loyvi til at bløða út einsamalt, meðan hini óhjálpin standa og hyggja at, fegin um ikki at vera komin til sláturs.

Nú er tað ein veruleiki. Starvsfelagið hevur valt at skriva undir sáttmálan, men boðini frá arbeiðsgevarunum vóru eisini, at teir vóru  sinnaðir  at góðtaka ávís krøv til broytingar í sáttmálanum.

Fyrst Lærarafelagið, og nú fór so eisini Starvsmannafelagið á knøini.