Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Starvsmannafelagið átalar løgmann

Starvsmannafelagið átalar, at Kaj Leo Johannesen, løgmaður, leggur eftir navngivnum tíðindafólkum í almennum starvi, tí at tey hava verið atfinningarsom móti sær og samgonguni.

Tíðindaskriv frá Starvsmannafelagnum:

Kaj Leo Johannesen legði í samrøðu við kringvarpið leiðaran á tíðindadeildini hjá kringvarpinum undir, at ganga á odda fyri eini fjølmiðla- og spunaherferð, sum hevur kostað Sambandsflokkinum og samgonguni undirtøku í seinastu veljarakanningini. Hetta er ódámlig framferð av landsins fremsta politiska leiðara.

Sum fakfelag hjá alment settum journalistum vilja vit átala, at løgmaður – ráðharri fjølmiðlanna –leggur eftur fjølmiðlafólkum á hendan hátt. Óheftir fjølmiðlar, sum tora at vera kritiskir móti teimum ráðandi, eru ein av skorunum undir okkara fólkaræðiliga samfelag, og hoyrir tað ongastaðni heima, at ovasti politiski leiðarin kemur við slíkum álopi.

Vit kunnu undir ongum umstøðum góðtaka, at løgmaður leggur eftir almennum starvsfólkum, sum gera sítt arbeiði. Starvsfólk, sum hava sum primera uppgávu at hava eitt vakið eyga við tí, sum fyriferst á politiska pallinum, líka mikið hvør situr við leiðsluni og hvønn politiskan lit tey hava.

Tey, sum stýra okkara landi, einamest løgmaður, mugu tola atfinningar frá eini árvaknari og óheftari pressu. Tey mugu hava format til at halda seg frá at skjóta journalistin, tá ið kritikkurin kemur. Sum landins leiðari eigur løgmaður at ganga á odda at verja pressuna.

Starvsmannafelagið veitir starvfólkunum í Kringvarpinum sín fulla stuðul, fólkaræðinum at frama.

Vinarliga

Súni Selfoss, næstformaður í Starvsmannafelagnum