Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Starvsmannafelagið á Fólkafundinum

Nýtt frá Starvsmannafelagnum:

Sum umboð fyri umleið 2.000 løntakarar á arbeiðsmarknaðinum er Starvsmannafelagið aftur í ár ein sjálvsagdur luttakari á fólkafundinum um fólkaræði, sum verður í Runavík komandi fríggjadag og leygardag.

Felagið skipar fyri trimum fakligum framløgum, sum allir varpa ljós á aktuell og viðkomandi mál á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Eisini luttekur Starvsmannafelagið við bási á fólkafundinum, har fólk úr felagnum fara at kunna um virksemið í felagnum.

Lesið meira á heimasíðuni hjá Starvsmannafelagnum: http://www.starvsmannafelag.fo/Default.aspx?ID=12&PID=18&Action=1&NewsId=329