Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Starvslýsing: Stjóri til Landsverk

Landsverk skal hava nýggjan stjóra at standa á odda fyri teimum 150 fólkunum, ið mynda stovnin. Sum ein hin elsti parturin av landsfyrisitingini hevur Landsverk ment góðar siðvenjur og eitt sterkt fakligt umhvørvi. Dugnalig starvsfólk standa klár at lyfta tær uppgávur, ið Landsverk hevur; men stovninum vantar stjóran, sum við virkisfýsni og áhaldni skal ganga á odda, stýra og samskipa fjølbroyttu virkisøkini. Kvinnan ella maðurin, sum vit sóknast eftir, hevur professionellan hugburð til rakstur og leiðslu, og skal tora at taka við avbjóðingini at seta Landsverk inn í ein nútíðar samfelagsbygnað. 
 
Um starvið
Stjórin á Landsverki vísir til aðalstjóran í Samferðslumálaráðnum. Bygnaðarliga er Landsverk skipað við stjóra, stápseind, sum er Stjórnardeild, og trimum øðrum deildum, sum eru Framleiðsludeild, Infrakervi og Byggideild. Í fyrsta lagi vera uppgávurnar at menna og áhaldandi tillaga stovnin til nútíðar tørv, leiðslu- og fyrisitingarhugburð. Stjórin skal, saman við leiðslu og starvsfólki stovnsins, tryggja og styrkja álitið á stovnin, innanhýsis, millum manna og í mun til politisku skipanina. Inneftir skal stjórin ganga á odda í skapanini av eini felags mentan við greiðum leiðslutilgongdum og heildarfatan í tænastum, fíggjar- og starvsfólkaviðurskiftum.
 
Starvsprofilurin sæst her.
 
Førleikakrøv
Umsøkjarar verða mettir eftir fakligum, leiðsluligum og persónligum førleikum. Vit krevja viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni ella tilsamans samsvarandi útbúgvingarstig og royndir frá privata ella almenna geiranum. Royndir og ávístur førleiki innan leiðslu og fíggjarstýring er eisini ein treyt.
 
Løn
Starvið sum stjóri á Landsverki er flokkað í 39. lønarflokki sambært sáttmála millum Tænastumannafelag Landsins og Fíggjarmálaráðið. Talan er tó ikki um tænastumannastarv. Starvið er áramálssett í 3 ár við møguleika at leingja setanina í 3 ár. Ein eyka viðbót verður latin fyri áramálssetan.