Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Starvslesandi til fyrra hálvár í 2019

Dan Klein --- 04.10.2018 - 08:00

STARVSLESANDI: Seinastu árini hava nógv starvslesandi verið á sendistovum okkara, og tað gerst alt meira vanligt hjá føroyingum undir útbúgving at vera starvslesandi í stjórnarráðum okkara.

Í næstum fara sendistovurnar og føroysku stjórnarráðini aftur at seta starvslesandi – nú til fyrra hálvár í 2019.

Freistin at søkja er mánadagin 8. oktober 2018 á middegi føroyska tíð. Vinaliga sendið til info(at)tinganes.fo

Sum vanligt, ber til at søkja um at gerast starvslesandi á føroysku stjórnarráðunum. Hesuferð hava ikki allar sendistovurnar umstøður at hava starvslesandi, so tí ber einans til at søkja til Brússel, London og Reykjavík.

At vera starvslesandi gevur tær eina góða lívsroynd, og fyri sendistovuna ella landsfyrisitingina ert tú ein virðismikil arbeiðsmegi.

Seinastu árini hava nógv starvslesandi verið á sendistovum okkara, og tað gerst alt meira vanligt hjá føroyingum undir útbúgving at vera starvslesandi í stjórnarráðum okkara.  

  • Les meira um at gerast starvslesandi í føroysku sendistovunum her 
  • Les meira um at gerast starvslesandi í landsfyrisitingini her

 Til starvslestur í landsfyrisitingini er vanligt, at umsøkjarar fylla út eitt umsóknarblað. Vit hava nú roynt hesa skipan í nøkur ár.

Vit kundu hugsa okkum at fingið eitt sindur meiri at vita um umsøkjararnar og teirra førleikar enn tað, ið ofta sæst á umsóknarblaðnum.

Tí mæla vit til at umsøkjarar skriva eitt sindur um seg á umsóknarblaðnum ella senda eina “motiveraða umsókn” og lívsrensl sum ískoyti.