Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Starvsfólkarættindi og “almenn” partafeløg

Viðmerking frá Føroya Arbeiðsgevarafelag í sambandi við, at fjølmiðlar viðgera starvsfólkarættindi í partafeløgum, sum tað almenna eigur part í.

Føroya Arbeiðsgevarafelag ger við hesum vart við, at rættindi hjá starvsfólkunum í partafeløgum, sum tað almenna eigur, eru skipaði í sáttmálum undir Føroya Arbeiðsgevarafelag, tí feløgini eru limir í Arbeiðsgevarafelagnum. Øll partafeløg eru pr. definitión privat, og tí eiga setanartreytir og viðurskifti annars í hesum feløgum at vera skipaði eins og privati arbeiðsmarknaðurin annars – í sáttmálum millum fakfelag og arbeiðsgevarafelag.

Tað eru fleiri orsøkir til, at vinnuligt virksemið verður skipað í partafeløg, og at tað almenna, tað veri seg í Føroyum ella aðrastaðni, leggur slíkt virksemi í partafeløg. Orsøkirnar eru millum aðrar at tryggja, at vinnuliga virksemið verður lagað til treytirnar, sum eru á marknaðinum, soleiðis at brúkarin fær eina kappingarføra tænastu, hvat viðvíkur prísi og dygd, at vøran ella tænastan verður ment brúkaranum at frama, og at samsvar verður ímillum inntøkur og útreiðslur av virkseminum.

Seinastu mongu árini hava leiðslurnar í flestu londum ásannað, at vinnuligt virksemi ikki hoyrir heima í almenna geiranum, og tískil er hetta virksemið lagt í partafeløg. Verður hetta ikki gjørt, verða tænasturnar ikki mentar, og tilboðið til borgaran ikki hóskandi í mun til tað, sum eitt nútímans samfelag krevur. Hetta hevur eisini verið galdandi í Føroyum. Ein avleiðing av, at man í Føroyum hevur valt at liberalisera t.d. fjarskiftislóggávuna og leggja vinnuliga virksemið hjá Telefonverkinum í partafelag, er, at vit hava fingið ein veitara afturat, soleiðis at vit hava fingið kapping og økt útboð av tænastum á fjarskiftismarknaðinum.

At útboð av tænastum er fyri kapping er viðvirkandi til, at prísurin, eisini til borgarin í Føroyum, er so lágur sum gjørligt. Hetta krevur fleksibilitet, og at hesar fyritøkur virka undir treytum á jøvnum føti við aðrar fyritøkur í landinum. Hesar treytir livir almenni føroyska arbeiðsmarknaðurin av góðum grundum ikki upp til.

Sum nevnt eru tey partafeløg, sum tað almenna heilt ella partvís eigur, øll limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Hetta meta vit eigur at tryggja, at sáttmálar verða hildnir, og at starvsfólkini verða viðgjørd sambært teimum treytum, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag og fakfeløgini, heruppií Starvsmannafelagið, eru samd um.