Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Starvsfólk úr Vinnuhúsinum eru á Brim í Vági, mánadagin, og týsdagin verða Starvsfólk úr Vinnuhúsinum á Cafe MorMor.

Starvsfólk úr Vinnuhúsinum í Suðuroy

Mánadagin og týsdagin í komandi viku verða starvsfólk úr Vinnuhúsinum at hitta í Suðuroy.

Endamálið er at koma út til limir okkara fyri at veita ráðgeving og práta um viðurskifti innan m.a. arbeiðsmarknaðarøkið. 

Mánadagin eru vit á Brim í Vági og týsdagin á Cafe MorMor á Tvøroyri. Limir eru hjartaliga vælkomnir ein túr framvið til kaffi og prát, bæði ófráboðað ella eftir avtalu. 

Vinnuhúsið skipar eisini fyri tveimum tiltøkum á Suðuroynni. Sí nærri kunning í skránni fyri vitjanina niðanfyri. 

Skrá: 

Mánadag 30. november:
Kl. 8.00 -13.30 

Starvsfólk úr Vinnuhúsinum eru á Brim í Vági. Limir kunnu koma framvið at práta um ítøkilig starvsfólka- og setanarviðurskifti, ella ávís evni  innan tína vinnugrein.          

Kl. 14.00 

Kunningartiltak um nýggju dataverndarlógina.

Føroya Arbeiðsgevarafelag og KT-felagið skipa fyri kunnandi tiltaki um nýggju dataverndarlógina, sum kemur í gildi 1. januar 2021. Tiltakið er ætlað vinnufyritøkum og er fyri limir í Vinnuhúsinum.

  
Tiltakið verður á Salt á Tvøroyri. Les meira her

Týsdagin 1. desember:
Kl.8.00 - 15:30 

Starvsfólk úr Vinnuhúsinum eru á Cafe MorMor. Limir kunnu koma framvið at práta um ítøkilig starvsfólka- og setanarviðurskifti, ella ávís evni innan tína vinnugrein. 

Kl. 16.00 

Kunningartiltak á Hotel Bakkanum.

Evnið er lønar- og setanarviðurskifti. Endamálið er at lýsa nøkur av teimum viðurskiftum, sum oftast koma fyri í samband við starvsfólkasetanir, og sum kunnu skapa avbjóðingar. Eisini verður komið inn á galdandi lóggávu og broytingar, sum fyri kortum eru gjørdar innan sáttmálaøkið hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Vit bjóða kaffi, te og okkurt leskiligt afturvið. 

Tiltakið er alment, og øll eru hjartaliga vælkomin. Fyri at halda almennu tilmælini er neyðugt at boða frá luttøku á industry@industry.fo.

Vitjanin í Suðuroy er partur av tiltakið, har Vinnuhúsið ferð kring oyggjarnar at vitja limir, skipa fyri kunningartiltøkum og at verða til taks við ráðgeving.