Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Starvsfólk frá PM-pluss vitja á Ráðhúsinum

PM-pluss er ein fyritøka, sum selir vitan, ser- og heildarloysnir innan reingerð og kantinurakstur. Fyritøkan er partur av stóra virkseminum hjá Pf. Poul Michelsen. Her starvast 60 starvsfólk úr 18 londum, fyritøkan heldur til á Mannaskarði 2.

Í morgun vitjaðu 12 starvsfólk á Ráðhúsinum saman við leiðaranum Sveini Thomassyni, og føroysktlæraranum hjá starvsfólkunum, Jørleivi Kúrberg. Fyritøkan sjálv bjóðar starvsfólkunum hesa ókeypis undirvísing, og Jørleif Kúrberg undirvísir í máli, mentan og almennari vitan.

Sveinur Thomassen, leiðari á PM-pluss, sigur, at størri parturin av starvsfólkunum hava góðar útbúgvingar við sær úr útlondum, men fáa ikki brúkt tær, orsakað av málsligum trupulleikum. Tí er PM-pluss ein vælkomin møguleiki at sleppa inn á arbeiðsmarknaðin, samstundis sum starvsfólkini læra føroyskt.

Tær 12 kvinnurnar, sum hittu borgar- og kommunustjóran í morgun, vóru samdar í hesum. Fleiri teirra høvdu rættiliga góðar útbúgvingar og sóu PM-pluss sum eitt einstandandi arbeiðspláss, tær kundu halda fram at starvast í, ella kundu brúka sum lopfjøl til okkurt annað seinni, sum hóskaði til teirra útbúgving, um høvið beyðst.

Tær fingu samstundis høvið at tosa við borgarstjóran um praktisk mál, sum eitt nú bussskipanina og undirvísingina á Tórshavnar Kvøldskúla. Bæði borgarstjórin og kommunustjórin nýttu høvið at bjóða kvinnunum vælkomnum í kommununa.