Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Starvsfelagið: Gevið S&K sættu frívikuna!

Starvsfelagið stuðlar S&K í ynskinum um sættu frívikuna til limirnar og harmast um, at Føroya Arbeiðsgevarafelag ikki vil ganga ynskinum á møti.

Tíðindaskriv

At Føroya Arbeiðsgevarafelag goymir seg handan argumentið um løgtingslóg um frítíð, er óvirðiligt og kann ikki brúkast. Løgtingslógin um frítíð er eingin forðing fyri, at partarnir avtala betri treytir í sáttmálan, og hevur ikki forðað øðrum fakfeløgum at tryggja sær sættu frívikuna til limir sínar, eitt nú Starvsfelagið.

Hetta hevur við sær, at starvsfólk á almenna arbeiðsmarknaðinum og almennum partafeløgum arbeiða undir sera ymiskum treytum enn starvsfólk á privata arbeiðsmarknaðinum.

Starvsfelagið heldur, at limirnir í S&K hava uppborið at fáa arbeiðsviðurskifti, sum ein stórur partur av arbeiðsmarknaðinum longu hevur ognað sær. Nógvir limir í S&K hava hóast alt verið sera útsettir í starvi sínum tað seinasta árið við korona farsóttini og hava mannað størv, sum eru alneyðug fyri alt samfelagið.  Hetta hava tey uppiborið virðing og viðurkenning fyri.

Starvsfelagið vil tí heita á Føroya Arbeiðsgevarafelag at vísa limunum í S&K og øðrum sáttmálaøkjum á privata arbeiðsmarknaðinum vælvild og ganga ynskinum um sættu frívikuna á møti, júst sum almennu arbeiðsgevarar hava gjørt.

Starvsfelagið 

Leinki til greinina á heimasíðu okkara:
https://www.starvsfelag.fo/tidindi/gevid-s-k-saettu-frivikuna/