Starvsfelagið bjóðar ungum at hátíðarhalda altjóða arbeiðaradagin
1. mai fer Starvsfelagið at hátíðarhalda altjóða arbeiðaradagin við einum tiltaki á Reinsarínum til ung og ungar sálir.
Kom við til góðan tónleik, skemt og ein franskan heitan hund – tiltakið er ókeypis, eisini pylsurnar! Barrin á Reinsarínum er eisini opin á degnum til tey, ið ynskja at keypa sær okkurt leskandi.
SKRÁ:
- Fía Winther Poulsen, forkvinna í næmingaráðnum á Glasi, bjóðar vælkomin
- TeleMama framførir nøkur løg
- Birita F. Kjærbæk, næstforkvinna í Starvsfelagnum, heldur røðu
- SWAY framførir nøkur løg
- Astrið Gullborgardóttir endar tiltakið við skemti
Tiltakið vendir seg fyrst og fremst til ung og setir sjóneykuna á starvsfólkarættindi og fakfeløg sum heild í einum hugnaligum umhvørvi. Hetta ynskja vit at gera, tí vit hoyra nógv um, at tey ungu ikki eru nóg væl upplýst um fakfeløg og teirra rættindi á arbeiðsmarknaðinum. Hetta vilja vit sum fakfelag gera okkurt við og hetta er ein roynd at røkka ein yngri málbólk enn tey, vit vanliga hava samskifti við. Samstundis ynskja vit eisini at gera stríðsdagin 1. mai til ein hátíðardag, sum øll kunnu taka lut í, óansæð hvat fakfelag ein hoyrir til.
Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin. Meira kann lesast um tiltakið á Facebook síðuni hjá Starvsfelagnum.